Í bókini Dagligt Breyð er eitt andaktstykki til hvønn dag í árinum, og kann hon tí verða ein góð hjálp til tey, ið ynskja at byrja dagin við einum Guds orði.
Dagligt Breyð er umsett til fleiri ymisk mál, og hevur verið nógv nýtt í londunum uttanum okkum. Henry D. Joensen, lærari, og Johs. Mortensen, trúboðari, hava týtt hana til føroyskt. Finleif Mortensen hevur teknað permumyndina, og myndirnar inni í bókini.
Carl Fr. er víða kendur fyri sínar mongu bøkur, og ein av hansara kendastu er júst henda andaktsbókin. Ein onnur kend og nógv brúkt bók, er bókin Eg trúgvi, sum eisini er týdd til føroyskt.
Carl Fr. Wisløff livdi eitt langt lív. Hann andaðist í fjør, 95 ára gamal. Carl Fr. var bæði prestur, rektari og professari, og hann verður roknaður sum ein av týdningarmestu persónunum innan kirkjulívið og serliga innan kirkjuligu leikmansrørsluna í Norra í 20. øld. Wisløff hevði stóra ávirkan á kristiliga leikmansarbeiðið í Norðurlondum og eisini víða út um heim.
Bøkurnar frá Heimamissiónsforlagnum kunnu keypast umvegis heimasíðuna www.hmf.fo , tlf. 470000, fax 470001 og í bókhandlunum runt landið.