Eitt av innbrotunum er uppklárað

Hava fingið part av stolna peninginum til vega eftir eitt innbrot hjá FTZ í Havn

 

Enn eru fleiri av mongu innbrotunum í Havnini í vár framvegis ikki uppklárað. Nakrar vikur í vár var tað, sum kanska líkist eini bylgju av innbrotum í Havnini tí nærmast dag um dag var brotið inn hjá handlum og feløgum í høvuðsstaðnum. Millum støðini, har brotið var inn, vóru HB- og B36 húsið, FSF-húsið og Svimjihøllin í Gundadali.

 

Hildur Henze, leiðari á kanningardeildini sigur, at tó at løgreglan hevur illgruna til ávís fólk í samband við innbrotini, so er ongar skuldsetingar framdar og eingin hevur viðgingið seg sekan heldur.

- Vit hava fleiri ábendingar um, hvørji tey eru, sum kunnu Eitt er at hava illgruna til fólk, men vit kunnu ikki skuldseta fólk uttan prógv, sigur Hildur Hentze.

 

Eitt innbrot er tó uppklárað.

- Onkur hevði brotið inn hjá FTZ og fingið nakað av peningi við sær, men viðkomandi hevur viðgingið seg sekan, og ein partur av peninginum er fingin til vega aftur, sigur Hildur Hentze.