Rannsóknir
Leiðarin á Havstovuni dylur ikki fyri, at tað hevði vakt eitt uppaftur størri álit um havsannsóknirnar, sum Havstovan ger, um stovnurin hevði eitt meira tíðarhóskandi skip.
- Magnus Heinason er meira enn 30 ára gamal. Skipið er ótíðarhóskandi og krevur stórar ábøtur bara fyri at sigla.
Hann heldur, at tað heilt avgjørt hevði vakt eitt uppaftur størri álit á tær royndir, sum Havstovan ger, og hetta hevur ikki minst týdning, nú Føroyar sum tjóð royna at prógva, at okkara partur av makrelinum er ov lítil.
Við hesum sigur leiðarin tó ikki, at avvarðandi myndugleikar og avgerandi stovnar úti í heimi, sum Havstovan samstarvar við, ikki hava álit á kanningum og gransking, sum stovnurin ger.
- Men tað skerst ikki burtur, at vit hava eitt lutfalsliga lítið og gamalt skip, sum ikki hevur alla ta útgerð og teir møguleikar, sum eitt slíkt skip eigur at hava.
Hjalti dylur ikki fyri, at Magnus Heinason koyrir upp á stumparnar, sum hann tekur til.
- Skipið lýkur ikki dagsins krøv, hvørki til tøkni og annars tey krøv, sum manningarumstøður krevja.
Hann vísir á, at skipið als ikki hevur ein septiktanga, sum kann tømast í landi, og sum verður eitt krav, ið ikki kann dragast nóg út aftrat.
- Bara hetta verður ein umbygging, sum fer at kosta miljónir, leggur hann aftrat.
Hjalti sigur, at skrúvan á Magnusi Heinason eisini er gomul, og her verður neyðugt at skifta bløð.
- Jú, vit koyra upp á stumparnar, og eg haldi, at hetta er ein vanærislig skomm fyri eina havtjóð sum Føroyar, leggur hann dent á.
Einki nýtt
Leiðarin á Havstovuni harmast um, at einki nýtt er at frætta um nýggja havrannsóknarskipið, sum í eina tíð hevur verið upp á tal.
- Nei, eg veit einki, hvussu verður við hesum, og eg havi einki hoyrt, sum bendir á, at vit fáa eitt nýtt skip innan langt um líður. Tað sæst í hvussu er eingin ”hvítur roykur” úr Tinganesi enn, sigur hann.
Tá Havstovan fekk nýggjan samleika í sambandi við ársdag fyrr í ár, gav Forskotsgrunnurin tilsøgn um heilar 10 miljónir krónur, sum eru oyramerktar til nýtt havrannsóknarskip.
- Hetta kundi verið ein góð byrjan og kundi verið nýtt, sum tær fyrstu miljónirnar í ætlaðu verkætlanini, har restin av íløguni síðan kundu verið fíggjaðar yvir eini 2-3 ár.
Hjalti í Jákupsstovu sigur, at ætlaða havrannsóknarskipið, sum er á stødd við Brestir, er hóskandi til okkara viðurskifti.
- Hetta er eitt skip sum nøktar tann størv, sum vit hava – eitt skip, ið hevur allar teir fasilitetir og dygdir, sum vit hava brúk fyri í okkara havrannsóknum, sigur leiðarin á Havstovuni.