Eitt brak av einum Premier League kappingarári: Topstríðið er javnt og spennandi

Ongin ivi er um, at stríðið verður hart og javnt, og at al heimsins fótbólts-elskarar kunnu síggja fram til eitt brak av einum kappingarári

Vit gita:

 

 

 

Liverpool gerast meistarar!

 

 

 

Liverpool eru byrjaðir sum eitt ódnarveður í hesum kappingarári. Leygardagin bastu teir Crystal Palace, ið vóru komnir á vitjan á Anfield. Dysturin endaði 3-0 til heimaliðið.

 

Nógv ivamál hava verið um júst Liverpool og Jurgen Klopp – nevniliga tí teir ikki hava keypt fyri hundratals milliónir í ár eins og hini stórfeløgini hava, men týski venjarin tykist at hava eina greiða ætlan við sínum spælarahópi. Hetta gjørdi hann greitt áðrenn kappingin byrjaði, og valdi leiðslan heldur at leingja avtalurnar við lyklaspælararnar, sum longu vóru í felagnum.

 

 

 

Javnvágin millum málmann, verju, miðvøll og álop kann gerast avgerandi. Sum Gary Neville tók til á Sky Sport í síðstu viku, so kann ein tala fyri at Liverpool hava sterkasta liðið í ensku deildini, tá ið allir eru tøkir. Við besta miðverja í deildini, ein av bestu málmonnum og besta álopið, so kann eyðkendi stílurin hjá Jurgini Klopp saktans geva gull. Tó er ongin ivi um, at stríðið verður hart og javnt, og at al heimsins fótbóltselskarar kunnu síggja fram til eitt brak av einum kappingarári.

 

 

 

Fimta umfar varð spælt í vikuskiftinum, og sum støðan er nú, er Liverpool fremsta lið við 13 stigum og eini málúrtøku á +11. Teir hava skorað 12 mál og latið eitt mál inn. Chelsea hava júst somu hagtøl á einum deildum 1.plássi. Kappingarneytarnir úr Manchester United hava verri málúrtøku enn ávikavist Liverpool og Chelsea, men sama stigatal. Manchester City liggja á fjórða plássi við 10 stigum.

 

 

 

 

 

Mohamed Salah gerst topskjútti

 

 

 

Eitt eyðkenni við ársins Premier League er, at øll top-feløgini hava ognað sær ómetaliga sterkar álopsspælarar. Munurin millum topp fýra og hini feløgini økist eisini munandi, tá ið ein hyggur at góðskuni á spælarum, so væntast kann at nógv mál verða skotin teirra millum. Salah er álitismaður – serliga tá ið málskjóting er miðdepilin, so hann er besta boð uppá ein topskjútta. Aðrir koma tó eisini at banka uppá dyrnar um ávísa prísin.

 

 

 

Chelsea best verju

 

Verjuparturin sigst at vinna meistaraheiti. Tó er sannlíkt, at hóast Liverpool gerast meistarar, so fara Chelsea at hava stinnastu verju. Við eini leikskipan, ið er øðrvísi enn flest allar, og einum óhugnaliga sterkum verjukendum miðvølli eins og miðverju, so verða fá mál skotin í Chelsea málið. Spurningurin verður, um álop teirra megnar at skjóta nóg mikið av málum.

 

 

 

Vit gita

 

Premier League 2021/2022

 

1. Liverpool

 

2. Man City

 

3. Chelsea

 

4. Manchester United

 

5. Leicester

 

6. Tottenham

 

7. Aston Villa

 

8. Everton

 

9. Arsenal

 

10. West Ham

 

11. Wolves

 

12. Brighton

 

13. Brentford

 

14. Crystal Palace

 

15. Newcastle

 

16. Burnely

 

17. Leeds

 

18. Watford

 

19. Southampton

 

20. Norwich