Ein bilur fer úr Tjørnuvík við einum persóni í, sum skal einihvørji ørindi á øðrum staði.
Tað er ein staðkendur persónur sum situr við róðrið. Niðan brekkuna er ferðin ikki so stór. Hesin er fult greiður um tann vandan, sum tað er at koyra eftir hesum vegastrekkinum: Vandin fyri at smágrót, grót ella klettar rapa niður á vegin.
Bilførarin vónar sjálvandi ikki, at tað hendir henda dagin. Men tað sum ikki eigur at henda, ger tað kortini!
Hann er komin nakað ávegis, tá ein stórur steinur dettur niður á vegin, beint frammanfyri bilin. Hann sleppur ikki framvið steininum, og avgerð tí at bakka til næsta møtipláss og síðani venda aftur til húsa.
Bilurin verður settur í bakkgear, men í somu løtu sær bilførarin ein annan stóran stein detta niður á vegin, hesaferð beint aftanfyri bilin! Bilurin er við øðrum orðum læstur fastur millum tveir stórar steinar. Teir eru so mikið stórir, at hann sær seg ikki føran fyri at flyta teir, og sleppur hvørki fram ella aftur.
Hjá bilføraranum var tí ikki annað at gera enn at ganga aftur til hús!
Var hetta eitt eindømi um grót á vegnum, so var neyvan nógv at tosa um. Hetta er tíverri gerandiskostur hjá fólkinum. Tað er nevniliga ikki dagur at ikki størri ella smærri grót liggur á vegnum. So seint sum næstseinasta sunnudag varð boðað frá einum stórum kletti á Tjørnuvíkarvegnum. Kletturin varð mettur at viga minst 15 tons!
Bygdarfólkið livir í óttanum, samstundis sum tey við spenningi bíða eftir at frætta nærri um, um og nær tey fáa betrað samferðsluviðurskifti til bygdina.
Gamalt og óloyst mál
Fyri fólkið í Tjørnuvík er eingin ivi um, hvat rættast er at gera. Í roynd og veru er tað ein einstøk loysn, sum kann bøta um støðuna hjá fólkinum og bert hon: Ein tunnil!
Ikki óvæntað er hetta eitt gamalt mál - og eitt mál sum serliga verður tikið fram 4. hvørt ár. Men nú er líkasum nóg mikið við føgrum lyftum frá valevnunum. Bygdarfólkið ynskir í dag at okkurt munagott skal henda.
Tey halda tað ikki vera rætt, at landsins myndugleikar so at siga lata eyguni aftur fyri teirri vandaleið sum børn, ung og tilkomin mugu eftir bæði summar og vetur, um tey skulu av bygdini í skúla, arbeiðis ella hvørji ørindini enn eru.
Hinvegin so vísir bygdarfólkið á, at tað eru rættiliga mong fólk sum koma til bygdina. Ein góðan summardag er hópur av fólki úr øllum landinum á vitjan í bygdini. Vakri sandurin í bygdini er ein slíkan dag á tremur við fólki, sum ynskir at njóta eina fríløtu.
Hesa vikuna er eisini missiónsvika í bygdini, og tá koma vanliga møtifólk, talarar og sangkreftir úr grannabygdunum og aðrastaðni frá til hesa møtirøðina, sum verður hildin í bygdarhúsinum.
Øll tey vitjandi fegnast um at kunna sleppa til hesa av náttúruni vøkru bygdina. Spurningurin er bara, um tey øll eru vitandi um tey líkindi og tey ódámligu samferðsluviðurskiftini, sum bygdarfólkið livir undir dagliga.
Tað er helst so sum ein annar tjørnuvíkingur segði tað fyrrapartin í gjár:
- Eg havi so altíð handskar liggjandi í bilinum. Kemur ein steinur á vegin, er gott at hava teir, so at ein kann flyta steinin av vegnum.
- Men hetta er eingin haldbar loysn. Vit vóna tað besta, tá vit síggja ein bil fara gjøgnum líðina, men óttast tað ringasta!
15 tons klettur
Í dag er støðan hon, at einki vinnuligt arbeiðspláss er í bygdini. Tey sum hava arbeiði mugu tí av bygdini, harav ein stórur partur vinnur sær til tað dagliga breyðið í Havn.
Skúlabørnini ganga tey fyrstu skúlaárini í hugnaliga bygdarskúlanum, men tá tey skulu víðari í skúlarnar er fyrsta stigið Felagsskúlin á Oyrarbakka. Hvønn einasta dag mugu tey suður gjøgnum Líðina og um Ennið, har tey munnu hava hoyrt mangar frásagnir um niðurdottið grót, bæði smásteinar og stórar klettar, kanska heilt upp í eini 15 tons.
Henda veruleikan hava tey helst vant seg við, - ella rættari, tey hava einki alternativ um tey skulu hava samband við umheimin. Mong teirra standa eisini spyrjandi, hvat politikkararnir í økinum siga ella gera við henda spurningin.
Tey hava hoyrt okkurt tosið um eitt hegn sum skal setast upp at verja ímóti niðurdotnum gróti - og sjálvandi alt tosið og øll lyftini at “í komandi valskeiði fer okkurt at henda”. Onkrir fyrispurningar hava verið reistir á tingi, men tann stóri spurningurin er, hvat fer at henda og nær tað verður.
Eina myndin her á síðuni átti at tala fyri seg um, hvussu vandamikil hetta vegastrekkið er. Spurningurin er bert, hvussu ein skal vekja landsins politikarar og ikki minst tey, sum eru vald í hesum økinum.
Eftir fleiri áheitanir hevur Sosialurin tí avgjørt at lýsa hetta málið frá ymiskum síðum. Við hesum vónar bygdarfólkið eisini, at okkurt fer at henda.
Eingin raðfesting
Er tað nakað sum tey ynskja sær, so er tað ein trygg farleið úr bygdini og víðari út í heim.
Tosað hevur verið um ein tunnil, sum skal ganga higani úr bygdini og skal koma út nakað norðanfyri grannabygdina Haldórsvík. Í Tjørnuvík ynskja tey hesa loysnina, samstundis sum ein kann brúka grótið til at breiða vegin millum Haldórsvík og Langasand.
Hesa loysnina er bygdarfólkið fegið um, men tey eru nú, sum vituligt er farin at ótolnast eftir at henda loysnin verður sett í verk.
Tey kundu lesa í Sosialinum fyrr í vikuni um tær kanningarnar sum verða gjørdar í Norðoyggjum, har rættiliga ítøkiligt verður arbeitt við tveimum tunlum, og har ein frá bygdaráðnum í Hvannasundi eisini er komin við eini triðju loysn.
Ynskið hjá bygdarfólkinum er, at landsins myndugleikar gera eina raðfesting yvir tunnilsgerðirnar í framtíðini. At Tjørnuvík ikki verður gloymd, men eisini kemur við í hesar ætlanir.
Sum ein kona í bygdini segði tað:
- Vit hoyra tað beinanvegin, tá ein steinur dettur niður á Viðareiðisvegin ella Dalsvegin. Hetta er sjálvandi eitt álvarsmál fyri hesi fólkini, og tí hava vit sjálvandi einki ímóti at bæði viðingar, árnfirðingar, dalbingar og ørvingar fáa sín tunnil. Tað unna vit teimum so hjartaliga. Eingin ivi um tað.
- Men vit vita enn einki um, hvørt vit fáa ein tunnil ella ikki. Vit liva við vandanum hvønn einasta dag, og tí ynskja vit bert at vit fáa at vita, hvar “okkara” tunnil er. Um vit yvirhøvur koma í betragtning, tá tunnilsgerðir í framtíðini skulu raðfestast!