Tað kann koma at kosta einum 76 ára gomlum manni dýrt, at høglbyrsan hjá honum gekk av á flogvøllinum í Kastrup, júst sum starvsfólk vóru í ferð við at koyra viðførið inn í eitt flogfar. Byrsan lá í einum serligum vápnakassa, men tá starvsfólkini skuldu leggja hana inn í flogfarið, gekk hon av. Skotið bar við tveir starvsmenn, sum tó ikki fingu skaða.
Men skotið rakti eisini flogfarið hjá SAS, sum maðurin og byrsan skuldu við, og avleiðingin av tí er, at SAS kann ikki brúka hetta flogfarið fyrr enn í fyrsta lagi mikudagin. Samstundis hevur SAS boðað frá, at felagið umhugsar at krevja endurgjald.
Tann 76 ára gamli maðurin er úr Orlando í USA. Hann var komin við flogfari úr Chicago til Frankfurt og haðani til Keypmannahavnar. Í dag skal hann í grundlógaravhoyring, og løgreglan ætlar at fáa dóm beinanvegin.