Seinastu vikurnar hevur Christian Restorff Mouritsen verið partur av fjølmiðlabreddunum fyri eitt mál, sum spælarin sjálvur ikki hevur nakra ávirkan á. Sunnudagin var tlaan aftur um eitt Mouritsen-mál, men hesa ferð varð hetta skotið við beinunum, og tað fegnaðist høvuðspersónurin sum vera man um eftir dystin. Ikki minst, tí hetta varð skotið móti barndómsfelagnum og grannunum.
- Tað føldist fantastiskt. Eg skoraði trý mál HB á ólavsøku, og aftur at fáa eit tnú er bara heilt framúr, segi høvuðspersónurin sjálvur eftir dystin.
Við at vinna í dag, fluttu tit tykkum eitt gott petti úr botninum. Var tað hetta, sum tit hugsaðu um í dag, ella hugsaðu tit um, at hetta fyrst og fremst var ein grannauppgerð?
- Eitt sindur av báðum haldi eg. Vit søgdu áðrenn dystin, at trý stig kundu flyta okkum úr vanda, og tað merkti so eisini ein sigur í grannauppgerðini, so løtan beint nú er fantastisk, segði Christian Restorff Mouritsen, sum tó ikki vildi staðfesta, at B36 nú hevur bjargað sær tilveruna í Vodafone-deildini.
- Ein dyst í senn. So fáa vit at síggja!