Um ólavsøkuna var ein sjáldsom listaframsýning í Tilhaldinum í Havn. Mánadagin tók listamaðurin Rasmus Nygaard framsýningina niður.
Eitt sindur fekk hann selt á ólavsøku, men ikki tað heilt stóra, tí langt frá øll vilja gjalda fyri slík listaverk.
? Tað er ikki tí, at eg havi roknað mær nakra tímaløn. Tað er meira putl enn so at fáast við slíkt, sigur Rasmus Nygaard.
? Hann gongur í kjallaranum í Tilhaldinum og kínur verkum sínum. Har eru armbond sum heldir, hálsprýði, horn at drekka av, oyralokkar, bringuprýði, skeiðir, saltkør, upptrekkjarar og mangt mangt annað.
? Eg havi so ilt við at selja hesar lutirnar, sum eg havi lagt so nógv arbeiði í, tí eg eri so góiðir við teir, sigur Rasmus.
? Men hann ger tað kortini.
?
? Ein gamal dreymur
? Tá ið Rasmus var ungur drongur, hevði hann ein dreym um at útbúgva seg til gullsmiðj, men pápin talaði hann frá tí. Tað var eingin framtíð í at gerast gullsmiðjur, helt pápin.
? Og sonurin aktaði.
Rasmus, sum fyri júst 50 árum flutti úr Danbmark til Føroya at búgva, fekk fyri nógvum árum síðan hugskotið at fara á kvøldskúla at læra seg steinslíping og hornarbeiði, og tá so lærarin gavst, varð Rasmus biðin um at taka yvir. Hann fór til Danmarkar á skeið fyri at læra meira um tilfarið.
? Tað man hava verið gamli dreymurin, sum spøkti aftur, heldur hann.
? Hann hevur undirvíst á kvøldskúlanum í Havn, á kvøldskúlanum í Kvívík, á ALV, og seinasta vetur hevði hann eisini skeið í Tilhaldinum í Havn.
Á framsýningini á ólavsøku hevði hann lutir, sum hann hevur gjørt seinastu nógvu árini. Lutrirnir vóru úr seyða- og neytahornum og úr kleyvum.
Lætt at fáa horn
? Eg plagi at fara ymsa staðni um heystið at biðja um at fáa horn, og tað er leyst og liðugt. Tey flestu, sum eg fái horn frá, eru fegin um at sleppa frá at tveita tey burtur, sigur Rasmus.
? Hann byrjaði sum listamaður við at slípa steinar, og tað var á eini ferð í Brasilia, at hann gjørdist so hugtikin av steinum. Eftir tað gjørdi hann fleiri smúkkur úr steinum, løgd inn í gull og silvur. Tað var mest til stuttleikar.
? Rasmus sigur, at tað er tað er tað órørda tilfeingið í náttúrini,sum hugtekur hann so nógv. Tað eru bæði steinar og horn.
? Ætlan hansara nú er at hava ein temadag fyri lærarum í evning í fólkaskúlanum fyri at geva av síni vitan og greiða fra møguleikunum, sum liggja í at brúka tilfeingið í náttúruni.
? Eitt sindur hevur hann selt her og har í ymiskum handlum, hann hevur verið við í Gluggaglæmu, og hann hevur eisini gjørt lutir til sølubúðina hjá Føroya Fornminnissavni í Hoyvík.
?
? Nógvir møguleikar
? Rasmus heldur, at møguleikarnir eru nógvir at evna ymist til úr tí, sum náttúran hevur at bjóða.
? Um bara hugflogið er har, er einki mark fyri, hvat vit kunnu finna uppá at gera, sigur Rasmus.
? Tá ikð hann gongur á gøtuni, hyggur hann altíð eftir, hvat fólk hava uppi á sær. Soleiðis fær hann mangt hugskotið.
? Nógvir menn hava hug at dovna, tá ið teir gevast við at arbeiða, tí teir vita sær einki at taka sær til. Tann trupulleikan hevur Rasmus ikki. Hann brúkar tað mesta av tíðini til sína list.