Eitt eiti av einum vali

Í morgin er tjóðartingsval í Irak, men nógvir veljarar tora ikki á val, og teir vita heldur ikki, hvørji valevnini eru

-Eg tori ikki á val, men eg eri noyddur at fara, tí vit hava fingið at vita, at fara vit ikki á val, fáa vit ikki meiri at eta, sigur tann 52 ára gamli vaktarmaðurin Amin Hajar við tíðindastovuna IPS.

Hann er vaktarmaður uttan fyri ein skúla í Bagdad, tí skúlin skal nýtast sum valhøli í morgin. Men hetta er ikki ein vanligur skúli ella eitt vanligt valstað, tí kring skúlan eru byrgingar við sandsekkjum og píkatráði. Myndugleikarnir hava roynt at dylja, hvar valstøðini eru, men sandsekkirnir og píkatráðurin vísa, hvørji støð myndugleikarnir hava valt.

Tað hava uppreistrarmenninir eisini sæð, og teir seinastu dagarnar hava teir sprongt fleiri skúlar í luftina. Sambært AFP kostaðu slík álop 30 irakum og tveimum amrikanarum lívið hósdagin.

Ringast stendur til í tí sokallaða sunni-trýhyrninginum norðan fyri bagdad, men í høvuðsstaðnum kunnu veljararnir heldur ikki kenna seg trygg. Ein tíðindamaður hjá New York Times, sum hevur verið í Bagdad teir seinastu dagarnar, sigur, at hvørki amerikanararnir ella iraksku myndugleikarnir kunnu veita fólki vissu fyri, at einki fer at henda teimum, tá og um tey fara á val. Bara í síðstu viku brustu 37 bumbur og 52 rakettir í býnum.

Amerikanska herleiðslan hevur sagt, at sambært einari kanning fara 80 prosent av fólkinum í Bagdad á val, men tá tíðindamaðurin hjá New York Times spurdi 20 fólk í býnum, um tey ætlaðu sær á val, var tað bara ein, sum játtaði.

al-Zarqawi

Tí eingin veit, hvat kann henda í morgin. Uppreistrarleiðarin al-Zarqawi hevur kunngjørt, at tey, sum fara á val, eru svíkjarar og hava ikki uppiborið annað enn deyðan.

Tað er eingin ivi um, at al-Zarqawi er ein týðandi maður í Irak í hesum døgum. Hann hevur lovað at oyðileggja valið í morgin, og nógv bendir eisini á, hann er førur fyri tí.

-Vit hava sent demokratinum og tess óndu hugsjónum krígsavbjóðing, og hon er eisini galdandi fyri tey, sum fylgja hesum hugsjónum, segði hann í einari kunngerð fyri nøkrum døgum síðani.

al-Zarqawi hevur stórt vald, tí tað er sjálvur Osama bin Laden, sum hevur valt hann at standa fyri áganginum í Irak. Bæði amerikanarar og irakska stjórnarráðið hava boðið sær til at rinda 25 milliónir dollarar í finningarløn, vil onkur avdúka, hvar hann fjalir seg, men enn hevur eingin svikið hann. Hvørki amerikanarar ella irakiska leiðslan vita, hvar hann er, men teir halda, at hann er onkunstaðni í Irak.

Hansara uppfatan er, at demokrati stríðir ímóti teirri islamsku læruni, og tað ætlar hann sær at prógva - ikki við einum atkvøðuseðli, men við brýndum knívi, skrivar New York Times.

Tað eru ikki bara teir iraksku veljararnir, sum taka hann í álvara. 7.800 fólk eru uppstillað til valið í morgin, men 7.000 teirra hava valt at dylja, at tey stilla upp.