Eitt ellisheim er ikki bert eitt ellisheim?

Í grein í Dimmalætting mikudagin 19. mai verður staðfest, at tað kostar dupult so nógv at gera búpláss fyri eldri á ellisheimi í Vági, enn Yviri við Strond í Havn.?

Fyrst er at siga, at verkætlanin í Vági og tann í Havn ikki kunnu samanberast uttan so, at vit fyrst gera okkum greitt, um fortreytirnar eru tær somu. Eru tær ikki tað, má samanberingin gerast við hesum í huga. Marknaðarumstøðurnar eru broyttar, síðani ætlanin í Vági varð boðin út. Tá var meira gongd á byggivirkseminum, og tí var áhugin millum arbeiðstakarar fyri hesi verkætlanini ikki so stórur, sum hann uttan iva hevði verið í dag. Í løtuni er kappingin so hørð, at vit síggja prísir, ið eru so lágir, sum sjáldan – kanska ongantíð – fyrr. Í so máta hevur Tórshavnar kommuna bjóðað út í tí røttu løtuni.
Í Vági bjóðaði Landsverk út í almenna lisitatión, og tað merkir, at verkætlanin er liðugt projekterað í tøttum samstarvi við eigaran (kommunurnar), starvsfólk og onnur serkøn, áðrenn arbeiðstakarar koma inn í myndina og geva tilboð. Í hesi tilgongdini er ásett eitt góðskustøði, ið samsvarar við góðskuna á øðrum ellis- og røktarheimum, ið eru bygd tey seinastu árini. Hesin útbjóðingarhátturin skuldi alt annað líka givið ta størstu kappingina og harvið teir lægstu prísirnar.
Tórshavnar kommuna hevur boðið heimið yviri við Strond út í totalentreprisu, og tað er einki skeivt í tí. Hetta merkir, at ásettur verður ein hámarksprísur, og teir bjóðandi skulu upplýsa, hvat teir megna at veita innan fyri henda fíggjarkarmin. Vansin við hesum útbjóðingarhátti er, at tann komandi eigarin ikki í sama mun kann gera sína ávirkan galdandi, eitt nú í sambandi við ásetan av góðskustøði, innrætting, tilfarsvali, stødd á búrúmum, hentleikum o.s.fr. Hesi viðurskifti hava avgerandi ávirkan á prísin.??Bústaðareindirnar í Vági eru alment kendar, men enn kenna vit ikki, hvussu tær verða yviri við Strond. Áðrenn tað kemur so langt, skal kommunan ivaleyst ígjøgnum eitt ella fleiri samráðingarumfør við tilboðsgevaran, og síðani skal verkætlanin prosjekterast. Og fyrr enn tann verkætlanin kemur av tekniborðinum, ber als ikki til at samanbera byggikostnaðin fyri hesar báðar verkætlaninar. So einfalt er tað. ???

Kristian Rasmussen, ?varastjóri og leiðari á verkleiðsludeildini ?Landsverk??