Hjalmar P. Petersen
-----------
Fyrst eitt sindur um sjálva bókina. Hon er býtt upp í 12 partar, og eru teir misjavnir innihaldi viðvíkjandi. Serliga hugleiðingarnar. Meira um nakrar teirra seinni.
Sjálv bókin er snotilig og sosum væl frágingin, hóast mann saknar ein samlaðan bókmentalista aftast. Forsíðumyndin kundi verið annarleiðis; ikki mynd av Jeffrei Henriksen (frá nú av stytt: JH), har hann soleiðis, hóast respektabul at síggja til, er avmyndaður sum havandi fuglaperspektiv. Men tað er kanska tilvitað; soleiðis kemur skúlameistarahugburðurin, sum er í summum greinum/hugleiðingum, fram longu á forsíðumyndini!
Hetta er ein bók um mál, uttan at vera ein málvísindalig bók, og tað er nokk tí, forlag og høvundur hava valt at hava orðið hugleiðingar við í yvirskriftini.
Tann fyrsta greinin eitur Tættir, ið hava framt ella darvað føroysku málmenningina. Hetta er ein góð yvirlitsgrein. Hon hevði havt vunnið við einari tvímálsligari vinkling; t.e., at objektivt varð hugt nærri at, hvat verður lænt inn í føroyskt, og hvørja ávirkan tað nú veruliga hevur. Hevði JH so havt empiri afturat, so hevði greinin staðið sterkari.
Givið er so tað, at vit læna inn í málið. Al tann tíð vit samskifta, slepst ikki undan, at vit, í teirri støðu vit eru í, læna. At samskifta er partur av okkara sosialu natúru sum menniskju, og JH skuldi havt tikið sær orð sum tey hjá Schuchardt í 1884 til sín, og eisini allir føroyskir puristar, nevniliga, at: “eingin mál eru til, sum ikki eru blandað”. Út frá hesum, og eisini øðrum, sum fram er komið í nýggjari gransking, er tað ikki soleiðis, at føroyskt hevur verið úti fyri nøkrum óbótaligum skaða av fonologiskum lánum og bendingarlánum. Tað pástendur JH (bls. 28). Ljóðskipanin fungerar væl við lániorðunum, og hevur gjørt tað í fleiri harrans ár. Herðingin hevur heldur ikki altíð ligið á fyrsta stavilsi í føroyskum, sbr. orð sum ógjørligur, og tað er einki løgið, at eitt langt /a:/ verður lænt inn í statur. Hóast alt fullu /a/ og /æ/ saman og blivu til eitt tvíljóð, soleiðis at eitt stutt /a/ bara var í orðum sum land. Ein ljóðskipan við ongum, longum /a:/ er næstan ónatúrlig, sbr. at hevur eitt mál bara trý sjálvljóð, eru tey: i-u-a (t.d. sanskrit, arabiskt og fleiri upprunamál í Australia v.m). Tí er ikki løgið, at hetta holið í ljóðskipanini verður fylt út við tí innlænta a-num. Sama hendir við au. Norrønt au bleiv til ey (rauðr > reyður), og fáa vit /au/ aftur í lánum sum aula, australiari o.s.fr. Viðvíkjandi bendingarendingum hava nýggjari kanningar víst (Hanna Simonsen: “Føroyskt og óføroyskt”, Varðin 73, 2006), at -s fleirtal sum í T-shirts er ógviliga óvanligt í føroyskum. At vit so hava an-be-for-heit- ilsi-vís orð, t.d. dagavís, kann bara takast sum, at føroyskt her er blivið ríkari. T.e. til ber at hava til dømis stórleiki og stórheit, men at nýta orðini í hvør sínum stíli.
JH kemur inn á manglandi bending av fólkanøvnum (bls. 31). Verður hugt at teimum sum indeksum og ikki sum vanligum, málsligum teknum, t.e., har lutfallið ímillum innihald og úttrykk er tilvildarligt, so er ikki so løgið, at tey hátta sær annarleiðis, altso ikki bendast: sbr. ‘Konan fór ein biltúr við Jann (ikki: Janni)’. Ella Konan fór ein túr við Jeffrei, (ikki: Jeffrea, um tað verður fatað sum eitt veikt bent kallkynsorð, t.e., tað bendist eins og granni; heldur ikki verður sagt: Jeffreii, har -i so skuldi verið hvørjumfalsendingin, sbr.: arm-i).
Við indeks verður meint, at tey hava eina peikandi funktión júst sum fornøvn eins og hesin og hjáorð eins og har. Fólka- og staðarnøvn hava eina slíka funktión, t.e., tað er eitt beinleiðis samband
millum orðið og tann/tað, orðið vísir til. Sigur onkur Jefrrei, so seta fólk í nærumhvørvinum tað beinleiðis í samband við ein vissan persón. Hetta er ikki so við vanligum orðum í málinum, sbr. ‘hundur’. Hetta vísir ikki til ein ávísan hund, men allar, sum verið hava, komandi og sum nú eru uppi á døgum. Av tí at mann kann, meti eg, siga at staðar- og fólkanøvn eru, sum málslig tekn at meta, indeks, skal mann rokna við, at tey hátta sær annarleiðis, og tað gera tey. Hetta er grundin til, at mann hevur fólkanøvn við manglandi bending; eisini undarligar ljóðbroytingar og -útviklingar í staðarnøvnum, sum tá ið Strætilið (eitt navn í Sandavági) verður til Strapulið. (Jarðarnavnið Strapulið, Ei. Weyhe, Fróðskaparrit 52, 2004).
Í 100 ár síðani jólafundin kemur høvundurin inn á mál og kyn. Hetta er ein spurningur, sum verður tikin upp aftur á bls. 70 og á bls. 124, og vert er at siga nakað um hetta.
Í Orðafari nr. 48, 1998, 12. árg. verður spurningurin um kyn tikin upp. Tey mæla til at nýta kynsómarkað starvsheiti, og víðari siga tey, at “vilja vit partú vísa á, at talan er um kvinnu ella mann, ber til at nýta bæði -kvinna/-kona og -maður alt eftir lívkyni: tingkvinna/tingmaður”.
Áðrenn farið verður víðari, skal stutt nevnast bókin Gender hjá Corbett (Cambridge University Press, 1999). Her setur hann upp eitt ‘Agreement Hierarchy’, sum er: attributt < predikativt < relativt pronomen < persónsfornøvn, og: “as we move rightwards...the likelihood of semantic agreement will increase monotonically (that is with no intervening decrease)” (Corbett 1999: 226). T.e., at har talan er um fornøvn eins og hann og hon, er roknandi við deiktiskari/referentiellari tilvísing. Tí kann mann í føroyskum vísa til prestur við fornavninum hon, um prestur er ein kona.
Neyðugt er at nevna hetta, tí JH blandar saman einastaðni dragið [ísálan] og tað júst nevnda, umframt kynstillutanarregluna í føroyskum um at: ‘persónar eru kallkyn’ (Gender Assignment in Modern Faroese, Petersen 2009).
T.e., tú mást skilja ímillum referentiella/deiktiska kynstillutan og grammatiskt kyn og at roknandi er við tí fyrra, júst tá ið vit hava persónlig fornøvn. Hetta vísa tey á í nevnda Orðafari við setninginum: Prestur er sjúkur, men hon er komin heim aftur av sjúkrahúsinum. Hon vísir til ein kvinnuligan prest; t.e, mann hevur eina tilvísing til eina kvinnu. Grammatiskt samsvar er í: prestur er sjúkur (ikki: sjúk) og í: hon er komin (sæst betur í fleirtali: tær eru komnar, ikki *tær eru komnir). Eisini noyðist mann í føroyskum at hava samsvar, tá í talan er um viðseting: ein góður prestur ikki: *ein góð prestur. Nortið verður við sama tema aftur á bls. 124 í pettinum: Hann ella hon? Her sigur JH, at “[Í] almennari talu um fólk nýta vit kallkyn (ísálan)”. Hetta verður so prógvað við orðatøkum sum: tað er ikki sárt, ið sjálvur ger sær. Men kallkyn í hesum orðatakinum hevur einki við ísálan (en. animate) at gera. Bæði kallkyns-, kvennkyns- og hvørkikynsorð kunnu hava dragið [ísálaður]. Dragið verður brúkt um verur, sum hava lív og flyta seg. T.e., um slíkt sum: maður, kona, barn, men sanniliga eisini um onnur navnorð sum hundur, fuglur, fluga... JH hevur misskilt heitið ísálan. Í hvussu so er soleiðis, sum hann skrivar á bls. 124. Grundin til, at vit nýta kallkyn í: tað er ikki sárt, ið sjálvur ger sær og fleiri øðrum tiltøkum, er ein merkingarlig kynstillutanarregla, sum eitur: ‘persónar eru kallkyn’, sbr. søguligar broytingar sum tá ið norrønt: persóna (kvennkyn) verður til persónur (kallkyn), ella tá ið lániorðið kommunist verður til kommunistur, t.e. kallkyn. Tá ið tilvísingin er við hann ella hon, er neyðugt at hyggja at tí júst nevnda Agreement Hierarchy, og at mann hevur deiktiska kynstillutan. Áðrenn komið verður til ógvisligar niðurstøður, skuldi høvundurin havt kunnað seg um ymiskt í málvísndaheiminum, og tað er júst dømi eins og hesi, sum gera, at hugleiðingarnar skuldu verið tiknar burtur úr bókini. Hann burdi havt prentað tær í einari bók fyri seg, ella kanska bara lagt tær út á ein blogg.
JH vil fegin hava okkurt felagsheiti fyri landstýrismenn og -kvinnur, og sigur, at “eg dugi ikki at koma fram á nakað felagsheiti til teirra”. Undarligt, tí løgtingsfólk er eitt fínt felagsheiti.
Í greinini 100 ár síðan jólafundin kemur JH inn á tað amerikanska r-ið. Hetta er kovboymál, sigur høvundurin. Eg dugi ikki við vissu at siga, um r-ið, sum vit nú hava í fleiri málførum, serliga Norðuroyggjum, t.e. eitt retroflekst -r, er komið inn í føroyskt vegna amerikanska ávirkan. Hóast alt var tað allofon av /r/. Eg hugsi her um tað retrofleksa r-ið, sum er í hoyrdi, hoyrt og eisini í eitt nú árla. Og tað kann gott vera, at tað er haðani, tað hevur breitt seg. Kortini kann vera, at ferð er komin á broytingina av amerikanskari ávirkan. Hesin skúlameistarahugburðurin, sum longu sæst á forsíðumyndini, kemur alt ov týðiliga til sjóndar við orðingum sum: “føroyskt cowboymál”. Hetta virkar mest sum eitt hissini illsinnisnos og kann ikki brúkast til nakað. Og aftur her manglar ein neyv greining, sbr., at tað kann vera ein innari broyting í føroyskum, og tískil ikki nýtist at hava nakað við nakað kovboymál at gera!
Á bls. 142, verður sagt, at “mál broytast av tí, at tey, ið málið tala, tosa so mikið ótýðiliga, at næsta ættarlið fær ikki alt við, so at herðingarveik ljóð verða svølgd...”.
Altso álvaratos!!!
Nógvar aðrar grundir eru aftan fyri eina málbroyting, men neyvan at fólk tosa ótýðiliga. Málamót kann broyta eitt mál, sum tað samband, vit hava havt við danskt (og nú við enskt); tann innari bygnaðurin kann vera orsøkin til eina broyting, sbr. at tey í eitt nú Havnini siga /tea:ga/ fyri taka. Hetta hendi fyrst aftan fyri høgmælt sjálvljóð, sbr. Vágamál: /si:da/ ‘sita’ og eta, har tað fyrra er við viknaðum lokaljóði (aftur at hesum, er ikki óvanligt, at klusilar vikna millum sjálvljóð, tí raddingin flytist frá sjálvljóðunum á klusilin). Sosialur klassi kann vera orsøkin til eina broyting, kyn og máltøka, fonlogiskt/fonetiskt umhvørvi, men neyvan ótýðiligheit. Tá ið talan er um broytingina av teimum herðingarveiku sjálvljóðunum, so er grundin fysiologiskt. Framberarar hava massa og stødd, og hetta ger, at rørslurnar verða avmarkaðar. Tær hava mótstøðu. Tá ið vit hava eitt e-ljóð í eitt nú Suðurstreymoy í: reyðe fyri reyði/reyðu, er tað tí at talan er um “[a] delay between a neuromuscular command and the intended articulatory gesture”, sum skrivað stendur í: An Introduction to Phonetics and Phonology (J. Clark, C. Yallop & J. Fletcher) bls. 85. So at tosa um broytingina til eitt sentralt e-ljóð í Suðurstreymoy og siga, at tey herðingarveiku sjálvljóðini verða svølgd, sum JH ger, er nakað burturvið - fyri ikki at siga fullkomiliga.
JH sigur, at málbroyting ikki merkir, at “málið skal broytast” (bls. 142). Eyðvitað ikki, men er tað komið hagar, at málið ikki broytist, er tað eitt deytt mál, tí al tann tíð eitt mál verður tosað, broytist tað. Tá hann sigur, at gamalt málsligt evni hvørvir av broytingum, er tað satt, men ikki heilt. Í hvussu so er ikki altíð. Stundum kunnu eitt nú tvær konstruktiónir verða brúktar samstundis í fleiri ættarlið, uttan at tann gamla hvørvir. Eitt dømi úr føroyskum er de-venitiv konstruktiónin. Hon sæst ‘longu’ hjá rithøvundanum M. Joensen, har sagt verður, at “vit koma at nokta tykkum at arbeiða”, segði arbeiðsmannafelagsformaðurin...’ (Fiskimenn bls. 248). Út frá samanhanginum er púra greitt, at koma + navnháttur verður brúkt at siga frá framtíð, og soleiðis at nýta koma + navnhátt fyri at siga frá framtíð, tað livir sítt fríska lív undir liðini á: fara + navnhátt, sbr.: vit fara at nokta tykkum at arbeiða...
JH kemur inn á hvørsfallið og rótar saman diakroni og synkroni. Í málvísindum er ikki óvanligt at arbeiða samtíðarliga (synkront) ella søguliga (diakront) við einum máli. Lýsa tey antin á søgu- ella samtíðaraksanum. Og mann argumenterar ikki fyri einum nútíðarfalli el. burturfalli av sama við at fara 100 ár ella longur aftur í tíðina.
Til tess at prógva hvørsfallið, sum Eivind Weyhe hevur kallað “et problembarn” (Genitiven i færøske grammatikker - et problembarn. Studier i talesprogsvariation og sprogkontakt. Til Inger Ejskjær på halvfjerdsårsdagen den 20. maj 1996. bls. 309-320. C.A. Reizels forlag, Keypmannahavn), hann sipar tá til mállæruskriving, fer JH aftur til 1800 talið. Tað brúkar hann sum prógv fyri, at hvørsfallið er til í nútíðarføroyskum. Her skuldi hann hugt at og borið saman nútíðarføroyskt og íslendskt. Í føroyskum siga summi: Jógvan sendir bókina til Frelsunarherin; tann tilsvarandi fyrisetingarfrasan í íslendskum hevði havt hvørsfall: -s. Hetta vísir greitt, at hvørsfallið ikki er aktivt fall syntaktiskt, tá ið talan er um navnorð. Tá ið talan er um tey persónligu fornøvnini, ja, tá hava vit hvørsfall: Jógvan gevur/sendir bókina til hansara, og tað partitiva hvørsfallið, sum Jeffrei Henriksen eisini nevnir, t.e. í setningum sum: hvør tykkara drakk alla mjólkina? Sum eina notu kann mann nevna, at, eins og við at geva, so kann mann her eisini hava analytiska syntaks: hvør av tykkum drakk alla mjólkina. Eisini nevnir JH, sum prógv fyri hvørsfallinum, orð sum alskyns. Í Føroysk Orðabók (1998) er hetta orðið, av røttum, skilmarkað sum eitt óbendandi lýsingarorð. Altso er talan um grammatikalisering, har fallið hevur mist sína funktión, og orðið er blivið til eitt lýsingarorð. Í samansetingum hevur mann eitt samansetingarklípi (el. bara klípi), ikki hvørsfall. Tí fáa lániorð ikki automatiskt føroyskt hvørsfall, sbr. definitiónsspurningur, ikki definitiónarspurningur. Skeivir formar sum høsnarungi og høsnaregg vísa tað sama; t.e., stovnurin: høsn- er fleirtal, og mann kann ikki hava eina eintalsending, -ar, afturat einum fleirtalsstovni. Hetta skuldi itið: høsnaungi og høsnaegg. Eisini ólogiskir formar sum plátuhandil og fjallatindur. Í einum plátuhandli verða plátur seldar; samansetingin skuldi ikki verið við eintali, men fleirtali: plátnahandil; og eitt fjall hevur ein tind, tí skuldi tað verið fjalstindur.
Sum sagt, blandar JH synkroni og diakroni. Fyri at prógva hvørsfallið nevnir hann slíkt sum kongjins Brouvur úr Orminum langa. Men tað sær út til, at júst slíkt dømi vísir, at nevnda hvørsfall stendur rættiliga veikt, tí tað skuldið verið: kongsins. Og hann siterar J. Nolsøe frá umleið 1830, sum sigur, at formar sum dygdarinnar eru føroyingum “en smule fremmed”. Eg rokni við, at Nolsøe her er í so optimistiskur. Heldur munnu teir hava verið rættiliga ógjøgnumskygdir. Tá ið JH so nevnir Gásadals-Martin og Bíggjar-Hans, so eru -s og -ar her klípi (fuge-element), sum víst í Faroese: An Overview and Reference Grammar (2004), ein bók, sum annars er tann vísindaliga mállæran, sum Jeffrei Henriksen saknar í einari spydigari viðmerking til eitt ummæli. Heitið fuge-element ella binde- element er nýtt í eitt nú norskum mállærubókum (Norsk Referansegrammatikk, J. T. Faarlund, S. Lie, K. I. Vannebo bls. 68-69; í føroyskum samanhangi verður klípi brúkt, og er eitt dømi úr Føroysk orðabók: sagulað. Teir kundu líka so gott nevnt júst Gásadals-Martin og Bíggjar-Hans.
Samanfatandi um hetta hvørsfalstosið er bara at siga, at JH blandar saman samtíðarføroyskt og føroyskt sum tað var, og brúkar eldri formar sum prógv fyri, at hvørsfallið enn eksisterar í nútíðarføroyskum, tá ið talan er um navnorðabendingina. Eg rokni við, at hann meinar tað sama um eitt nú lýsingarorð. Men tað er óheppið soleiðis at róta saman synkroni og diakroni, hóast mann væl veit, at mál hava leivdir av eldri málstigum, sbr. ára gamal og slíkt sum til Sandavágs. Hetta seinna er søguligt hvørsfall, men kann samtíðarliga fatast sum hvønnfall (el. hvønnfall 2).
JH kemur inn á Hammershaimbsnormin og metir hann vera góðan. Ymiskir fyrimunir eru við Hammershaimb, t.d., at endingarsjálvljóðini eru, sum tey eru, og ikki eftir málføri (legg merki til, at Jakobsensa uppskot eisini hevur endingarsjálvljóðini eftir etymologi). Kanska er tað eisini gott við Hammershaimbsnorminum, at hann líkasum hevur eitt støðufesti, tá ið talan er um morfofonematiskar alternatiónir. T.e., at vit skriva gamal, gamlan og ikki geamal, gamlan, og t.d. at vit hava: dagur, dag ...dagar og ikki: deavur, dea, dear. Men aftur her kemur fram ein ógvislig niðurstøða, sum ikki er grundað á nakað, og sum er skeiv. T.e., tá ið hann finst at treingingini av a til dømis til i í eitt nú hagar (borið fram sum /hi:jar/ av summum). Ein frágreiðing kann vera, at tann natúrligasti stavilsisstruktururin í heimsins málum er, at stavilsir byrja við einum hjáljóði. Statistisk yvirlit yvir
heimsins mál vísa, at so er. Av tí at so er, er natúrligari at byrja -ar í higar við einum hjáljóði (her glíðiljóðinum /j/. Soleiðis fæst stavilsisstruktururin hjáljóð + sjálvljóð (.ja); men tað kostar, nevniliga at -a má treingjast allan vegin til -i. Og á bls. 358 vísir JH á júst slíkar treinginar, tá ið hann fródliga viðger tvey kvæði eftir Jens Hendrik Djurhuus. (Hann vísir á formar sum skua fyri skoða).
Í partinum um Málbrigdi eru ymiskar, fittligar eygleiðingar, og kunnu fleiri av hesum pettunum brúkast í undirvísing. Men at siga, at broytingar koma av leti, tað er ikki serliga væl gjøgnumhugsað. Serliga ikki tá ið hugsað verður um, hvussu nógv framstig eru gjørd innan málbroyting hesi síðstu árini, t.e., har m.a. sosiolingvistikkin er komin við ymiskum, góðum íkøstum til málbroytingar. Og sosiolingvistikkin hevur verið frammi so at siga samstundis sum JH. Altso hevði hann kunnað skeitt at úrslitum haðani, áðrenn hann skrivar, at málbroytingar henda av leti! Men her er tað aftur skúlameistaraholdningurin, sum kemur fram.
Í Málbrigdi stendur m.a., at okkara gøtudanska er eitt kreolmál. Tekur mann hesa greiningina frá Wikipedia: “A creole language, or simply a creole, is a stable, natural language developed from the mixing of parent languages; creoles differ from pidgins (which are believed by scholars to be necessary precedents of creoles) in that they have been nativized by children as their primary language, making them have features of natural languages that are normally missing from pidgins”, so er JHsa fatan av gøtudonskum sum einum kreolmáli ivasom. Gøtudanskt er ikki “nativized” av nøkrum børnum. Gøtudanskt er okkara fyrsta annaðmál, og tað heilt vánaliga gøtudanska, sum hann hevur dømir við, tað er eitt illa lært annaðmál.
Á bls. 146 er ein hentur listi við parasagnorðum, sum lærarar kunnu nýta, og fylgjandi er eitt petti um umljóð. At siga, at “tey gomlu hava verið so mikið bráð (bls. 148), at tey hava rundað varrarnar...” tá ið tey skuldu siga *gamul (sum verður til gomul), er ein heldur løgin orðing fyri u-umljóðið, sum er ein ljóðlíking. Slík orðing er ógviliga óheppin, serliga um bókin verður nýtt í undirvísingini (Forlagið sigur, at bókin er áhugaverd hjá fólki á Føroyamálsdeildini og Læraraskúlanum). Gud viti, hvat ein próvdómari hevði sagt til eina slíka orðing. Sbr. her eisini tað, sum eg nevndi framman fyri um hetta, at fólk vóru farin at tosa ótýðiliga. Har skrivaði JH, at ótýðiligheit er ein grund til eina málbroyting. Tó, annað í sama petti kann brúkast, og kann hjálpa fólki til at skriva rætt, sbr. dømi sum lás og læsa. T.e., veitst tú, at eitt samband er ímillum orð við á og æ, so skrivar tú æ og ikki a.
Ymiskt annað kundi verið at drigið fram. T.d., á bls. 166, har tað verður sagt, at stavsetingaruppskots Jakobsens bygdi á suðurstreymoyarmál. Jakobsen byggir ikki altíð á suðurstreymoyarmál, minni enn so. Ikki tá ið talan er um 1889 uppskotið, og als ikki, tá ið hugt verður at Broyting. Fyrst skal sigast, at Jakobsen hevði tvey endamál við skriftmálsuppskoti/uppskotum sínum: (1) at tað skuldi verða fonematiskt, og (2) at tað skuldi vera lætt at læra. Bæði eru hesi góð endamál at seta sær, tá ið eitt skriftmál skal gerast. Tað fyrra er málvísindaligt, tað seinna er pedagogiskt (hvønn tørv hevur barnið). Tá ið eg sigi, at Jakobsen ikki beinleiðis byggir á nakað suðurstreymoyarmál, so sæst tað, har hann m.a. nýtir p-t-k millum sjálvljóð sum í leka. Tá ið JH sigur, at hann nýtir málførið í Suðurstreymoy, so passar tað ikki fullkomiliga, sbr. framburðin: /le:ga/ fyri leka í hesum økjum. Og sama geldur fyri endingarsjálvljóðini. Her hevur Jakobsen: -ir, -ur, -ar, og hann hevur -e og –o fyri Hammershaimbsa –i og -u. T.e., bæði Jakobsen og Hammershaimb ganga ímóti øllum málførum.
Í bókini eru eisini fittligar eygleiðingar og solidar greinar sum yvirlitið yvir nýtsluna av navnhátti og lýsingarhátti (bls. 176). Í greinini, sum kemur aftaná, hevur JH eisini nýtt spurnarbløð. Eg kundi sum lesari hugsað at fingið at vitað eitt sindur meira um sjálvt spurnarblaðið. Hvussu varð
tað bygt upp. Hvørjar svarsmøguleikar høvdu heimildarfólkini? Tó skal sigast, at í hesum pettinum fær mann meira at vita um føroyskt, og nú er tað ikki bara sum tær leysu hugleiðingarnar, sum hava verið frammanfyri. Sama geldur fyri kapittulin um Orðfeingi og rættskriving. Hetta er nakað, sum lærarar og onnur kunnu nýta í móðurmálsfrálæruni.
So eitt sindur um tað, sum JH hevur um danskt í føroyum. Á bls. 336 skrivar hann, at tað “hevði vallað verið heilt av leið at roknað okkara hátt at tosa dansk sum eitt teirra”. Eitt sipar her til ‘málføri’, sum JH nevnir frammanfyri, og her hevur hann fullkomiliga rætt. Danskt í Føroyum er ein serligur variantur, og vit kunnu kalla tað fyri føroyskt-dansk. Eitt heiti, sum JH onkustaðni nevnir eisini, og sum hevur verið brúkt aðrastaðni við. Føroyskt-danskt er ein serligur variantur, har mann hevur áotan av føroyskum vokalvirðum á føroyskt-danskt, t.d., og einki stød. Eisini eru dømi við athalli (han sagde det med mig...), sum er frá FADAC í Hamborg (FADAC = Faroese-Danish Corpus). Her nýtir heimildarfólkið ta føroysku fyrisetingina í donskum hami, t.e.: hann segði tað við meg. Ymiskt annað er í føroyskum donskum, sum víst í The Dynamics of Faroese-Danish Language Contact (Petersen 2010). Á bls. 338, sum eisini er um danskt í Føroyum, nertir JH við spurningin um, nær børn duga danskt. Hetta er ein ógviliga áhugaverdur spurningur, sum stendur eftir at kanna út í æsir, men rætt er tað, sum JH sigur, at “mange færøske børn forstår dansk tale, før de påbegynder skoleundervisning i dansk”. Og mann kann í dag leggja afturat, at fleiri eisini eru heilt kná í enskum.
Ein partur í bókini eru týðingar, og tær havi eg sosum lítið og einki at siga um. Síðani kemur eitt kapittul um millumtjóðamál, og er her serliga talan um esperanto, sum JH hevur havt stóran áhuga fyri. Hann hevur skrivað Esperantobókina frá 1987 og hevur skrivað um esperanto í m.a. Máltingi. Eisini hevur hann skrivað Esperantobókin II, Orðalisti (sbr. www.rit.fo). Um esperanto nakrantíð fer at vinna fram sum millumtjóðamál, dugi eg ikki at meta um. Enskt er jú tað, vit nýta, og kanska verður tað mandarin (kinesiskt) í framtíðini. Og spurningurin er, um tað ikki er fullkomiliga líkamikið, hvat mál vit nýta sum millumtjóðamál. Hjá marknaðarkreftunum er tað í hvussu so er so.
Í pettinum um upprunafrøði hevur JH ymiskar, fittligar eygleiðingar, og pettið um Lokka í norrønari gudalæru er áhugavert. Her er fittligt at síggja, hvussu Lokki verður nýttur (og umtulkaður) í einum føroyskum samanhangi.
Síðst er eitt traditionelt, filologiskt arbeiði um: Tvey kvæði eftir J. H. Djurhuus, og her fær mann ymiskt áhugavert at vita, sum til dømis, at treingingin av eitt nú boða til /bu:wa/ longu sæst hjá JHD.
Hvat skal mann so samanumtikið siga um bókina?
Á baksíðuni verður sagt, at talan er um eina áhugaverda bók hjá teimum, sum hava áhuga fyri føroyskum, og hjá fólki, sum lesur á Læraraskúlanum og Føroyamálsdeildini. Jú, víst eru partar av henni áhugaverdir, men eg havi víst á ymiskar misfatanir, og tá kann tað blíva trupult hjá t.d. lesandi at skula upp til próvtøku, har hesar misskiljingarnar verða endurgivnir. Eisini er tað stundum møðsamt at lesa um málrøktarspurningarnar, har høvundurin alla tíðina hevur ein betrivitandi vinkul; hesin skúlameistarahugburðurin, sum longu kemur fram á forsíðumyndini. Hvussu vita JH (og aðrir puristar), at tað teir/tey siga um føroyskt er allur sannleikin? Eiga teir/tey hann, sbr. yvirskriftina í hesum ummælinum. Føroyskt er eitt blandingsmál. Hevur verið tað leingi og fer at verða tað!
JH leggur stundum eftir fólki, sum hava eftirlýst einum meira vísindaligum vinkli til føroyskt, men satt at siga, so hevði henda bókin vunnið við, at høvundurin hevði havt kunnað seg betur um sumt innan málvísindini, sjálvt um tað harvið ikki er sagt, at høvundurin ikki er stinnur í ymiskum føroyskt viðvíkjandi.