Tað gjørdist heldur óvæntað Johnny í Grótinum, sjúkrahússtjóri, ið valið fall á, tá Høgni Hoydal, fiskimálaráðharri, skuldi útnevna ein persón at leiða arbeiðið, at orða eitt uppskot til nýggja fiskivinnuskipan.
Spurningurin, ið tey flestu sótu við, tá tíðindini bórust, at tað verður sjúkrahússtjórin, ið skal leiða nevndini, var hvussu hann hevði tíð til tað.
Tað tykist heldur ikki at taka nývalda formannin á bóli, tá hann fær júst tann spurningin.
- Síðani eg tók við starvinum sum sjúkrahússtjóri, so havi eg havt eitt síðustarv, har eg havi undirvíst í Handilsskúlanum innan HD. Tað brúkti eg umleið 5-8 tímar um vikuna uppá, men nú er tað liðugt.
- So tá eg fekk ein fyrispurning, gjørdi eg alt fyri eitt greitt, at eg hevði eitt fulltíðar starv, ið eg má røkja, og kann tí ikki brúka nógv meira enn hasar 5-8 tímarnar. So tann tíðin, ið eg brúki til hetta, er tíð, ið eg annars hevði brúkt til venjing ella at renna.
Av tí sama, so varð neyðugt at skipa nevndina eitt sindur øðrvísi.
- Tá eg varð spurdur, var ynski, at tað var sum eitt hálvtíðarstarv. Tá tað ikki var møguligt, so valdi man heldur at styrkja um skrivaratoymi og geva næstformanninum, Hans Ellefsen, víðari heimildir. So hann kemur at brúka meira tíð upp á hetta arbeiðið enn eg.
At talan er um eitt álitisstarv, ið sjúkrahússtjórin hevur tikið við, er hann væl greiður yvir.
- Fiskivinnan er eitt evni, ið eg havi havt stóran áhuga í, og tá eg fyri 12-13 árum síðani skrivaði mína serritgerð, var tað um hetta evnið. So tað var ikki torført at siga ja. Fakligt er hetta eisini eitt herðaklapp at vera við í nevndini.
Við álitinum fylgir eisini eitt ávíst trýst. Stórur áhugi er hvussu virðini fyri fleiri milliardir verða býtt, men formaðurin er ikki bangin fyri, at trýstið verður ov stórt.
- Eg vænti ikki at trýstið verður so stórt, tí vit settu sum treyt at fáa ein arbeiðssetning, har støða longu er tikið til tað politiska. So politisk støða er longu tikin um, at man skal fara frá eini skipan við ókeypis veiðurættindi, til eina har rindast skal fyri rættindini, hvussu stórur útlendskur ognarskapur skal vera í fiskivinnuni og hvussu nógv skal um føroyskan keikant. Okkara uppgáva er bara at finna útav, hvussu hetta skal skipast, sigur nevndarformaðurin at enda.

Eitt fakligt herðaklapp





