Eitt fet nærri gullinum

Stjørnan stevnir móti FM-heitinum við fullari ferð, og sunnudagin var enn eitt mótstøðulið skúgva til viks, tá Neistin vitjaði í Klaksvík

Stjørnan-Neistin 31-22 (15-13)


Síðani fyrsta leikdag, hevur kvinnuliðið hjá Stjørnuni verið ovast á stigatalvuni, og sannlíkindini fyri, at hetta broytist í ár, minka fyri hvørt umfar.

Sunnudagin áttu Neistagenturnar tørn, og ikki gekk long tíð, áðrenn heimaliðið hevði sagt gestunum, at her skuldu tær ikki vænta sær nakað stig.


Spurningur um stødd

Tær á hemaliðinum løgdu nevnliga fyri sum eitt óløgi. Fyrstu løtuna av dystinum runnu tær snøgt sagt mótstøðuliðið niður og norð, og áðrenn neistaliðið fekk fóta sær, vóru longu sjey mál á muni.

Sum ikki eina ferð, so viðførdi stóra leiðslan tó, at leikararnir gjørdust minni nærlagdar, og so við og við kom meira glið á spælið hjá havnargentunum.

Spakuliga otaðu tær seg nærri og nærri at Stjørnuni, og móti endanum av hálvleikinum var tað um reppið, at fingu strítt seg upp á javnleik.

Nærri enn einum máli komu tær tó ongantíð, og eftir at hvílt seg eina løtu í hálvleikinum, kom rætta lagið aftur á heimaliðið.

Fyrra korterið av seinnu hálvuni endurvunnu tær aftur tryggu leiðsluna, og so við og við gjørdist alt bert ein spurningur um, hvussu stórur sigurin hjá heimaliðnum skuldi verða.


Gullið nærkast

Tá avtornaði vóru níggju mál á muni millum liðini bæði, og hóast tær ikki hava vissað sær FM-heitið enn, so munnu sjálvt teir mest svarskygdu klaksvíkingarnir nú rokna við, at Klaksvíkin so smátt kann fara at brynja seg til enn eina gullveitslu.

Í hvussu so er skulu stjørnuleikararnir bera seg óvanliga tápuligt at, um tað skal eydnast teimum av tveita FM-heitið burtur, hóast tað enn eru fimm umfør eftir at leika.

Enn tvey fet á vegnum kunu takast komandi vikuna, tá fyrst Kyndil (týsdagin) og síðani VB (leygardagin) koma á vitjan.

Vinnur Stjørnan hesar báðar dystirnar, hava tær vunnið sær 23 stig, og um so er, eru tað bert vestmannagenturnar, sum koma ájavnt í stigum.

Dystirnir skulu tó spælast, áðrenn stigini eru komin í posan, men einki er at taka seg aftur í, at klaksvíksgenturnar eru risa favorittar til at vinna FM-heitið.

Nógv hevur verið tosað um, at tað í stóran mun eru útlendsku leikararnir, sum hava tryggjað teimum nógv av stigunum, men einki er at taka seg aftur í, at lokalu stjørnurnar so sanniliga eisini eiga sín part av heiðrinum.

Í øllum førum sat leikandi venjarin, Vesna Tomajek, á beinkinum meginpartin av dystinum sunnudagin, uttan at hetta nervaði spælinum í serliga stóran mun.


Silvurið er eftir

Neistaliðið hevur framvegis silvurmerkini at stríðast fyri, men í løtuni eru tær helst tað liðið, sum hevur ringastu kortini á hondini í so máta.

Tvey stig eru upp til VÍF og Kyndil, sum eru jøvn á øðrum og triðja plássinum, men málmunurin hjá Neistanum er væl verri enn hjá hinum báðum, so skulu tær vinna seg upp á annað plássið, verða tær helst noyddar at fáa fleiri stig enn VÍF og Kyndil.

Hetta er tó als ikki ógjørligt, tí enn restar helvtin av endaspælinum, so enn kunnu tær sjálvar gera av, hvørja lagnu silvurvónir teirra fáa.


Dysturin í tølum:

Málskjúttar:

Stjørnan: Andriajana Milodanovic 7, Simona Hansen 6 (1), Joan M. Joensen 5 (1), Annika Ljósstein 5 (2), Anna K. Samson 5, Vesna Tomajek 1 (1), Una Olsen 1, Ragna Andreasen 1

Neistin: Katrin á Neystabø 8 (5), Marjun Jógvansdóttir 5 (3), Ileana Manolescu 4, Birita Wardum 3, Mildrid Jacobsen 1, Gunnleyg Berg 1

Brotskøst:

Stjørnan 8, Neistin 9

Útvísingar:

Stjørnan 3, Neistin 3

Dómarar úr VÍF:

Erling Heinesen og Alfred Hummeland