Eitt fimtapláss

Føroysku kvinnurnar kappaðust í gjár á gólvi og í lopi fyri lið. Tær endaðu á einum samlaðum fimtaplássi

Guernsey: Fyrrapartin í gjár, mánadag, var skjøtil settur á fimleikin her á
oyggjaleikunum á Guernsey. Føroysku kvinnurnar vóru tær fyrstu sum skuldu í
eldin, og var fyrsta kappingin á skránni á gólvinum.
Fyrsta umfarið var avgreitt saman við Ynis Mon, og samanborið við teir
fimleikararnar gekk tað stak væl hjá føroysku kvinnunum, sum vóru væl
frammanfyri í stigum.
Anna Hansen, Anita Knudsen, Marjun Persson og Sarita Heinesen umboðaðu
Føroyar, og høvdu tær eitt flott miðaltal á 8,5 í miðal. Marit Magnussen er
skadd í krossbandinum, og er tí ikki við í kappingunum. Hon heilsaði tó uppá
dómararnar áðrenn hvørja kapping.
Onnur kappingin á skránni var lop. Har gekk tað ikki eins væl. Í lopi lá
miðaltalið beint yvir 7,0.
Vit fingu orðið á føroyska hjálparvenjaran, Marjun Thomassen, beint
eftir, at føroysku kvinnurnar vóru lidnar við síni avrik.
? Tað gekk væl hjá okkum, og higartil eru vit nøgd, men vit hava jú ikki
sæð hinar fimleikararnar enn, segði Marjun Thomassen.
Úrslitið hjá kvinnunum varð klárt beint eftir middag, og endaðu tær
samanlagt á einum fimta plássi.

Vant nógv

? Fimleikararnir hava eisini vant nógv og miðvíst, og í mun til hinar sum
vit kappaðust ímóti beint í áðni, so duga vit tað rytmiska eisini. Tær hugsa
eisini um koreografiina, og tað er tað, sum vit vinna uppá, sigur Marjun
Thomassen, sum tó ikki dylir fyri, at tað er ein smeitur, at Marit Magnussen
ikki er við.
? Tað er loyvi at hava fimm fimleikarar við, og fýra verða taldar við.
Tá kann ein kiksa, og Marit hevði bara drigið liðið uppeftir.
Seinnapartin í gjár fóru føroysku menninir í eldin, og vóru vónirnar
frammanundan góðar. Vit megna tó ikki at fáa úrslitið við áðrenn evsta mark,
so tað frætta vit meira um í blaðnum í morgin.
? Vit vænta gull hjá monnunum. Og eg ivist ikki í, at fleiri gullmerki
og heiðursmerki verða á skránni í einstaklingakappingini. Menninir eru væl
fyri. Høgni fekk ein lítlan skaða, men tað er ikki soleiðis, at hann ikki
fær verið við hóast tað, segði Marjun Thomassen áðrenn menninir byrjaðu uppá
liðkappingina.
Hinir fimleikararnir hjá monnunum eru annars 100% klárir.
? Eg vænti, at vit fara at síggja fleiri heiðursmerki. Eg trúgvi ikki,
at hinir fimleikararnir hava tikið seg nógv meira fram enn seinast, sigur
hjálparvenjarin at enda.

Í GRÁAN KASSA:

Fimleikari Gólv Lop
Anna Hansen 8,4 7,05
Marjun Persson 8,5 6,8
Anita Knudsen 8,5 7,25

Samanlagt 62,125 og gjørdist hetta til eitt fimtapláss