Eitt flogfelag á Føroyaleiðini - - ein stórur vansi fyri ferðafólk og flutning loftvegis framyvir

Johan Dahl
løgtingsmaður

Tað kom als ikki sum nakað sjokk, tá Mærsk Air kunngjørdi, at teir høvdu avgjørt at niðurleggja føroyleiðina, sum teir hava røkt í 30 ár, og hava vit føroyingar nógv at takka hugsjónar- og undangongumonnunum Lars Larsen og Hugo Fjørðoy fyri, at teir slóðaðu fyri hesum ferðingarmøguleika fyri okkum føringar.
Vit teirri miðvísu kappingaravlaging, sum vit hava sæð er farin fram á føroyaleiðini, har »flótandi prísir« og »Open skyes« tvs. frí kapping er ein býur í Kina, kundi ikki væntast annað enn tað, sum nú er hent, - tíverri.
Tað at kapping er á einuhvørjum vinnuligum øki er bara til frama fyri brúkaran, óansæð í hvørjum høpi hetta fer fram vinnuliga sæð.
Tí er tað eisini eitt sera stórt afturstig fyri flogferðsluna til og frá Føroyum, at vit nú aftur hava monopolstøðu á hesi flogleið.
Hvørjum hava vit at takka fyri hesa støðu?
Vinnuliga kundi sæð út til, at vit her hava uppført okkum sum reinir »rasistar« har »okkara« flogfelag hevur havt allar sømdir frá myndugleikum okkara , tí sum einasti partaeigari so er sjálvandi umráðandi at felagið hevur lív lagað - misskil meg ikki, tað ynska vit øll - men tað má og skal verða eftir vanligum vinnuligum prinsippum at eitt alment flogfelag má rekast.
Hvat kann beinleiðis almenni stuðulin um árið roknast at verða??
Tað almenna hevur subsidierað Atlantic frá føðingini inntil dagin ídag:
Hangarur bleiv bygdur fyri góðar 60 milliónir í 1990 - og ongin leiga goldin fyrr enn fyrstu ferð fyri 2-3 árum síðani, og er hendan góðar Kr. 200 túsund um árið
Um Atlantic sjálvt skuldi forrentað hesa íløgu, so hevði hon kostað ikki undir 8 milliónir um árið.
Partapeningurin uppá 75 milliónir hevur ikki fyrrenn seinasta roknskap latið nakra forrentning av sær. Sparingin fyri felagið hevur gjøgnum nógv ár á rakstarsíðuni verið upp á minst 5 millónir um árið helst meira - tí um ikki íleggjarin, sum í hesum sambandinum er landið, ikki kann fáa ein forrentning av hesi upphædd uppá meir enn 5% p. a. so er tað ikki gott nokk.
Sparingin fyri Atlantic Airways er ikki eina krónu undir 13 millinónir um árið.
So kunnu vit føringar og politikarir annars tosa um burðardygd, fría kapping og stuðulsfría vinnu so galið sum vit vilja.
Um so er, at álagt hevur verið og er almennum stovnum helst at bookað seg inn á føroyska felagið, so er hetta heldur ikki í tráð við vanligar kappingartreytir.
Tað kundi verið áhugavert at fingið eina uppgerð yvir, hvussu tær almennu loftvegis ferðaútreiðslunar eru deildar millum feløgini bæði, sum hava flogið uppá Danmark hesi seinastu 15 árini.
Hvat er so framtíðar ætlanin viðv. flogferðsluni og og kostnaðunum?
Ringt er at spáa um, hvat nú fer at henda við kappingini sum bleiv burtur og avloyst av monopolinum aftur, men tað er at vóna, at onkur annar í nærmastu framtíð fær loyvið at flúgva hesa farleið saman við Atlantic, so vit aftur fáa kapping og tá vónandi fría kapping.
Sambært stjóranum í Atlantic, so hækkar prísurin ikki, - men hvat so við eini lækking kundi ein spurt? -kundi tað ikki komið upp á tal fyri t. d. teir opnu ferðaseðlarnir, sum ídag kosta góðar 5000 krónur fyri retur ferðaseðil Føroyar/Danmark
Tað er ein heilt órímiligur prísur at krevja fyri hesa farleið, og vil eg hervið vinarligast heita á leiðsluna á Atlantic um at taka í egnan barm og fáa gjørt nakað við hendan okursprís ongantí ov skjótt.
Sera bíligu ferðaseðlakostnaðirnir kring allan heimin tala annars fyri seg, hvat átti at verið prísstøðið her hjá okkum við longstu farleið uppá ca. 2 tima ferðing frá Vágunum.
Áhaldani tjóðarogn ella frítt sum Súlan?
Vit mugu eisini gera upp við okkum sjálvi, um Atlantic Airways áhaldandi skal verða almenn ogn ella seljast til privatar áhugaðar íleggjarar.
Tað eigur politiskt at verða viðgjørt og avklárað skjótast møguligt.
Flogvallastøðan - útbygging
Verandi støða hvat viðvíkur flogvøllinum er ikki haldbar og eigur at verða tikin í størsta álvara av øllum innvolveraðum pørtum.
Tað má og skal verða fingin ein loysn á flogvøllinum saman við donsku myndugleikum, viðv. útbygging og harvið øktum møguleikum framyvir, flogfeløgunum, vinnuni, landið og fólkið at gagni.
Mín skepsis við einum einsamallum felag enn einaferð at røkja flogrutuna til meginlandið, skal ikki skiljast sum eg havi nakað ímóti Atlantic Airways, tvørturímóti eg ynski teimum alt gott og blíðan byrð, men tað má og skal verða skipað eftir marknaðarøkonomiskum kappingartreytum og ikki planbúskaparligum treytum, og ivist eg heldur ikki í, at tað er tað sum leiðslan í felagnum eisini vil hava framyvir, felagnum at gagni, so tað frítt sum Súlan kann breiða sínar veingir út í heim í fríari kapping við onnur flogfeløg.