Oddagrein
Hugskotið at hava ein sjómannadag er eitt frálíkt hugskot og sjómannadagurin í Klaksvík gjørdist somuleiðis eitt frálíkt tiltak. Vit liva her í Føroyum av havinum og tí, sum úr havinum kemur. Alt okkara lív og øll okkara lagnu eru tengd at havinum og evnum okkara at fáa sum mest burturúr havsins livandi tilfeingi væl at merkja uttan at skaða hetta tilfeingi. Tað hevur sera stóran týdning at allir føroyingar eru tilvitandi um henda veruleika.Tað er somuleiðis av stórum týdningi, at vit øll eru tilvitandi um hetta, at uttan okkara dugnaligu sjómenn var als ikki livandi í Føroyum.
Sjómannadagurin er ein almenn viðurkenning av tí týdningi sjómaðurin hevur fyri Føroyar og fyri Føroya fólk. Hesi seinni árini hevur fokus verðið flutt alt meira frá sjómanninum til fólk í øðrum vinnum. Vit mugu í hesum visónstíðum ansa eftir, at vit ikki gloyma ta stættina, sum so at siga ber øllum uppi. Formaður Fiskimannafelagsins hevur í mong ár ótroyttiliga stríðst fyri at bøta um korini hjá føroyskum fiski- og sjómonnum. Mangir hava stríðst saman við honum. Mangan tykist, sum hetta stríð ikki fær ta virðing, sum tað hevur uppiborið og mangan tykist tað, sum tær almennu Føroyar hava gloymt sjófók okkara.
Tað er tí í tøkum tíma, at klaksvíkvíkingar hava sett sjómannadagin á dagskránna. Hvør er nærri til hetta enn júst klaksvíkingar. Býurin hevur í eina øld burtur av liva av havinum. Fiskivinnan í Klaksvík er á odda á øllum økjum og vinnulív eins væl og sjófólk í Klaksvík hava skapað sær stóra virðing langt út um landoddarnar. Nú er bert at vóna, at sjómannadagurin verður afturvendandi ikki bara í Klaksvík, men at onnur pláss fara at taka eftir. Vit hava øll brúk fyri áhaldandi at vera mint á føroyska sjófólkið og tann týdning henda stætt hevur fyri land og fólk.