Eitt framúr avrik ímóti Týsklandi

(Rás2) Hoyr jaligu samanumtøkuna hjá hondbóltsviðmerkjaranum, Claus Rasmussen, sum er væl nøgdur við føroyska avrikið

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum hondbóltsviðmerkjarin, Claus Rasmussen hevði at siga á Rás2 um avrikið hjá føroyska U21 landsliðnum ímóti Týsklandi í bólki A í HM-endaspælinum í Algeria. 

 

Hóast niðurtúrin seinastu 10 minuttirnar í 21-29 tapinum ímóti Týsklandi er Claus Rasmussen sera jaligur um tað føroyska avrikið.

 

Claus Rasmussen heldur, at føroysku spælararnir løgdu eitt framúrskarandi avrik fyri dagin ímóti heimsins besta ella næstbesta U21 landsliðið.