Í einum túni í Klaksvík gongur ein vakur og spelkin gásasteggi. Hann eitur Gutti og undir liðini á honum ganga unnustan Margretha og 1 ára gamli ungin hjá teimum báðum Tøppur. Lítla gásafamiljan er sera lukkulig, men soleiðis hevur tað ikki altíð verið, tí djóraverðin kann eisini vera køld og hjartaleys.
Tá Gutti var føddur, vildi mamman hvørki vita av honum ella hinum systkinunum. Hon tveitti øll eggini út úr gásareiðrinum, út á bøin til grammu likkurnar, sum glúpskar stoyttu seg niður eftir eggunum, skræddu tey sundur og ótu tey.
Beint við gekk ein maður og smíðaði sær eitt hús. Tá hann sá syrgiliga skilið, leyp hann í einum lopi oman á bøin, men tá lá bara eitt einsamalt egg eftir
- Hetta eggið skulu likkurnar ikki fáa - illanstíð, hugsaði maðurin og tók eggið varisliga upp og fór inn við tí. Har pakkaði hann eggið inn í eitt sindur av glasull og legði tað á heita gólvið inni í baðirúminum. Dagin eftir, tá maðurin aftur byrjaði at smíða, hoyrdi hann knappliga eitt løgið ljóð. Hann steðgaði, lurtaði og jú, nú hoyrdi hann tað aftur: "Pip, pip". Hann gekk kvikliga eftir ljóðinum og lúrdi inn í baðirúmið. Og hygga síggj! - eitt lítið hol var komið á eggið, og út úr holinum kagaði ein lítil gásaungi.
- Hesin skal eita Gutti, hugsaði maðurin og breyt varisliga restina av egginum burtur, so ungin slapp út. Gutti hoppaði úr egginum, eitt sindur í ørviti, tí hann visti jú slettis ikki, hvar hann var.
Men tíðin gekk, og Gutti vaks og treivst væl. Maðurin gjørdi Gutta eitt lítið hús og ein hyl uttanfyri, og Gutti var glaður. Men sum frá leið, stóð hann ofta bara og hugdi og sá so syrgin og einsamallur út. Helst mundi hann leingjast eftir eini konu, hugsaði maðurin.
Ein morgunin, tá maðurin kom út, sá hann, at Gutti hevði fingið vitjan. Ein stór og vøkur gásabøga stóð í túninum, og Gutti var púra burtur í henni. Hann helt, at hon líktist eini drottning, og tað var heldur ikki so løgi, tí hetta var Margretha, og hon var uppkallað eftir drottningini.
Gutti og Margretha vóru lukkulig, og skjótt byrjaðu tey at reiðrast. Øll í grannalagnum fylgdu spent við, meðan tey bæði dúgliga stákaðust út og inn í lítla gáshúsinum, og øll bíðaðu i tolni eftir at hoyra fyrstu pippini. Men onki hendi, tí hvørja ferð vóru øll eggini tóm. Og skjótt vóru tey bæði líka við at missa vónina um, at tey nakrantíð fóru at hoyra ljóðið av smáum fitjufótum fara titandi eftir bønum.
Men nú bar so á, at í eini aðrari bygd sat lítli Tøppur, ein einsamallur gásaungi, sum onga mammu átti, og fólk tóktust so sera synd í honum. Hetta hoyrdu tey heima hjá Gutta, og skjótt sat Tøppur umborð á Dúgvuni á veg til Klaksvíkar. Gutti og Margretha trúðu ikki sínum egnu eygum, tá tey sóðu Tøpp og gloymdu i stundini alt um øll tey tómu eggini, tí Tøppur var tann fittasti gásaungin, tey nakrantíð høvdu sæð. Og soleiðis gjørdust Gutti, Margretha og Tøppur tann eydnuríkasta gásafamiljan har um leiðir.
Og um ongin hevur órógvað tey, búgva tey trý har enn ...