Fuglafjørður: Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hevur møguleika at bjóða uppá ein málning eftir kendum listamálara.
Men sunnukvøldið er tað júst hetta sum fer at sermerkja eitt av mongu tiltøkunum á varmakeldustevnuni um vikuskiftið.
Hetta kvøldið verður nevniliga høvið hjá fólki at bjóða uppá málningar, sum ikki færri enn átta listafólk úr býnum og ein úr Havn hava latið úr hondum.
Tað hevur nevniliga eydnast umboðum úr ítróttarfeløgunum í Fuglafirði at fáa níggju navnfram listafólk at lata málningar til hesa uppboðssøluna.
- Vit spurdu tey um hetta, og vit fingu játtandi svar frá teimum beinanvegin, sigur Kristbjørg Petersen, sum saman við Poulu Reinert Petersen m.a. hevði hesa uppgávuna.
Innkomnir peningurin fer allur til at stuðla ítróttinum í býnum.
Til øll feløgini
Hetta er kortini ikki fyrstu ferð, at fólk soleiðis hava møguleika at bjóða uppá málningar í Fuglafirði.
Eitt líknandi tiltak sum hetta varð fyriskipað á varmakeldu í fjør. Tað eydnaðist so mikið væl, at fyrireikararnir hava hug at royna tað enn einaferð.
Í fjør vóru ongir trupulleikar at fáa fatur á listaverkum, og heldur ikki teir stóru trupulleikarnir at fáa teir seldar. Tá stóð tingmaðurin Tobbi fyri søluni.
Í so máta fær fuglfirðingurin Kristian Martin Petersen heiðurin at standa fyri uppboðssøluni í ár. Og væntað verður, at hann eisini fer at megna hetta til fulnar.
Allur tann innkomni peningurin fer til at stuðla svimjifelagnum, fimleikafelagnum og tí víttfevnda arbeiðinum, sum verður gjørt innan ÍF.
Níggju nýggir málningar
Til uppboðssøluna sunnukvøldið hava fyrireikararnir fingið listarverk frá íalt níggju listafólkum. Tey eru:
Heðin Kambsdal
Øssur Mohr
Ian Øre
Jógvan Kristiansen
Bernhard Samuelsen
Randi Gunnarsdóttir
Amariel Norðoy
Bjørg Mohr Andersen
Hans Mohr