Eitt hjartasuff

Eftir at roynt hevur verið frá mínari síðu - við hesum lesarabrævið og klagu - at sett meg í samband við teir avvarðandi politisku mynduleikarnar, og einki havi notið viðvíkjandi nøkrum aftursvari, loyvi og hætti eg mær at senda hetta mítt lesarabræv út til almenningin at lesa. Soleiðis gjørt fyri ikki at missa fótafestið, men harafturímóti at vinna forstáðilsi fyri okkum ið her búgva á Signabø/Oyrareingjum og á Føroya landið. Og eisini fyri at rykkja upp fyri einari forstáðilsi og handling, sum sýnist fullkomiliga passiv at vera innanfyri tað politisku fyrisitingina.

 

Aftaná at hava búð í Danmark í 30 ár, flutti  eg aftur til Føroyar í 2001. Í stórbynum Keypmannahavn er nógvur billarmur, nakað ein serliga legði til merkis sum búsitandi í Indre By, og var hetta m.a. ein av grundunum  ið skumpaði undir at flyta.

 

Saman við manni mínum keyptu vit eini hugnalig hús í tí natúrvøkru og friðsælu umhvørvinum á Signabø, og hetta einsvegna av, at eg fyri ein part hevði mínar røtur í firðinum. Lítið hevði eg í hyggju, at maður mín, árið eftir mína flyting, skuldi fáa staðfest eina deyðiliga sjúku og mátti undir læknaviðgerð. Hetta var ein trupul tíð, men hóast hetta vunnu vit lívsmót í tí friðsæla og vinsæla umhvørvinum.

 

Tó, fá ár seinni -  aftaná maður mín var farin higani av foldum – broyttist, brádliga, alt lív her á Signabø. Eitt ótolandi og áhaldandi brummuljóð, sum eg ikki fyrr hevði varnast, kyknaði upp (=ein plága á náttartíð). Aftaná eina tíð við hesum órógvi, larmi og osi frá serliga russiskum skipum, blivu flest øll í umhvørvinum meira varug við hetta og teir avleiðingar hetta hevði við sær: ómøguligt at sova fyri óljóð og roykos, nakað sum gekk útyvir bæði arbeiðið og trivna. Ja, tað bleiv tí samlað undirskriftir í eini roynd at fáa mynduleikanar í talu og harvið fáa bøtt uppá hesum ótolandi viðurskiftum. Alt gekk friðaligt fyri seg. Vit vóru enntá bjóðaði til morgunkaffi hjá havnafútanum í Havn, sum eisini sýntist at hava áhuga í, at trivnaðurin hjá íbúgvunum ikki skuldi blíva skemd, at skipini, av tí sama, skuldu minka um sítt útlát og larm, at hesi viðurskiftum vildu teir arbeiða ímóti at forbetra.

 

Tað gekk so væl eina tíð aftaná hetta, at næstan eingi osandi,larmandi russisk og dálkandi skip vóru at síggja at brygguni yvirav Signabø/Oyrareingjum, harafturímóti sum stóru skipini sum komu: Ferðaskip og kontainarskipini ikki sýntust at vera til ampa fyri fólk og trivna. Kanska tí at hesi eisini skjótt fóru avstað aftur aftaná sína landing og heldur ikki larmaðu við sínari fráferð og komu.

 

Við nýggjum býarstýrið, meitla av javnarflokkinum, sum ein higartil skuldi trúð, hevði borgarans trivna í miðdeplinum, er onnur vend komin í lag. Larmur og óljóð og osluktur frá russiskum og øðrum útlendskum skipum eru nú ein afturvendandi trupuleiki, til stóran ampa fyri fleiri fólk á staðnum. Hesi skip sýnast ikki at hava nakran ans fyri fókið ið her býr við sínum óhógvandi óljóðið við komu so væl sum við fráferð, og eisini meðan tey liggja til kajs. Nakað sum er tikið yvir við ovurhánds megi í seinastuni.

 

Út frá støðini vit nú eru stødd í, sýnist tað heldur ikki – útfrá mínum sjónarhornið - sum um nøkur politisk ábyrgd er at síggja  ella finna í tí ótrivaligu korum vit enn einaferð eru bjóðaði; og harvið nakar viljið til staðar at hjálpa okkum burtur úr tí støðu vit eru stødd í. Mítt spurtsmál er tí: HVUSSU ÆTLA TIT, AT OKKARA LAGNA SKAL HANDFARAST Í HESUM ÓFØRINUM VIT ERU STØDD Í?

 

Hetta er sostatt eitt áheitandi neyðarróp um eina broyting, til tað betra í hesum sama óførðinum, sum vit á Signabø/Oyrareingjum, út frá núverandi støðu, eru havnað í.

 

 Vinarliga heilsan – Martina Sørensen á Signabø 35.