Í Eysturkommunu er einki summarhúsøki, sum burtur av er ætlað til summarhús.
Men, í staðin fyri at hava kommunalt summarhúsøki, ynskir kommunan í staðin at vera meira lagalig. Ynskja fólk eitt nú at hava eina kaffistovu í einum neysti, eigur tað sambært borgarstjóranum, Jóhan Christiansen, ikki at vera ein trupulleiki, um umstøður annars eru til tað.
Eitt av hugnaligu umhvørvunum í Eysturkommunu er nýggi bátahylurin í Leirvík, sum varð handaður kommununi hin 9. november í 2012, og tað var, tá nýggi vegurin til og úr Norðoyatunlinum kom niðri í bygdini í Leirvík, at bátahylurin varð bygdur á hesum staði.
- Hetta umhvørvi er í dag skipað sum eitt maritimt øki, og vit hava sett teimum – og eisini okkum sjálvum sum kommuna – tær treytir, at bygging á økinum skal hava ein maritiman stíl. Hetta er eisini galdandi fyri bygningin á økinum, sum eitt nú hýsir havnarskrivstovuni, eins og hetta er galdandi fyri tilbúgvingarstøðina, sum vit nú lata byggja á sama øki.
Jóhan Christiansen visir á, at dygst við sjóvarmálan hevur Jóhan Dávid Joensen bygt nakrar íbúðir, og tað hevur verið upp á tal at byggja nakrar íbúðir aftrat. Á økinum er eisini virkisbygningurin hjá El-Teknik, sum varð tikin í nýtslu fyri einum ári síðan, og øll bygging á økinum hevur ein maritiman stíl.
- Her á økinum í Leirvík er umleið helvtin av lendinum brúkt, men vit hava fleiri fyrispurningar frá ymiskum áhugaðum. Her kundu eitt nú verið smáir handlar, kafé – ella, hvat hugskotið nú einaferð kundi verið í hesum maritima umhvørvi við sjóvarmálan, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu.