Eitt ivamál í Víkinga hópinum

Einasta ivamál í Víkinga hópinum er leikari, sum fór út við skaða í seinasta dysti

Í annaðkvøld verður enn ein oddauppgerð í Effo-deildini á skránni.

 

Dysturin verður í Gøtu, har Víkingur tekur ímóti NSÍ. Hetta er sostatt onnur oddauppgerðin uppá einans 3 dagar hjá NSÍ, sum sunnudagin spældi í Havn móti B36.

 

Í NSÍ er ivamál um liðskiparin, Klæmint A. Olsen verður tøkur at spæla dystin í annaðkvøld.

 

Les eisini: Klæmint hevur tað betri

 

 

Ein Víkinga leikari fór eisini av vøllinum við skaða sunnudagin, tá Víkingur spældi dyst.

 

Hans Jørgen Djurhuus mátti í hálvleikinum av vøllinum, eftir at hann í fyrra hálvleiki fekk ein snudd í kjálkabeinið. Hans Jørgen hevur fyrr í ár sitið fleiri dystir uttanfyri við brotnum kjálkabeinið.

 

Tað er enn ikki vist, um Hans Jørgen Djurhuus verður tøkur á Víkinga liðnum í morgin.

 

-       Støðan í løtuni er ógreið. Eg havi pínu tá eg eti, men eg vóni at eg verið tøkur til dystin í morgin.

 

Fyri uttan Hans Jørgen Djurhuus sum er eitt ivamál, so eru allir hinir Víkingarnir klárir til dystin í annaðkvøld.

 

Dysturin millum Víking og NSÍ byrjar í annaðkvøld klokkan 18:00 í Sarpugerði.