So átti Kavadrotningin tørn at sleppa á CD, og tað er bara heilt væl eydnað, soleiðis heilt multimedia-vís. Afturfyri hevur gamli Andersen ikki nýtt gott av hesum. Tað er trupult at kenna serliga H. C. Andersen dámin í elektronisku framleiðsluni. Væl kunnu summi betur skilja søguna nú, men hon hevur samstundis mist nakað av sínum eyðkenni.
Afturfyri er grafikkurin av besta slag. Vakrar og daprar tekningar í sterkum og veikum litum blandaðar hvør um aðra, og videobrot og animatiónir at klikkja á allastaðni.
Tøkniliga vakurt
Kavadrotningin er ævintýrið um dreingin Kaj, sum fær eina splintur av speglinum hjá hinum versta í hjartað. Tað speglið, sum ger góðar lutir ringar, og ringar lutir enn verri enn frammanundan.
Forritið hevur bókina sum fyrimynd. Vit blaða og byrja søguna við sjálvi at bróta speglið, so splinturnar spjaðast um allar síður. Spælið í forritinum, tí slíkt finst eisini, gongur út uppá at savna allar splinturnar fyri at enda ævintýrið. Ghita Nørby lesur upp, eins og hon leggur rødd til gentuna Gerdu, sum má út at leita eftir dreinginum.
Brúkaraflatan er eins góð sum alt annað. Í einum karmi um bókina liggja tær funktiónir, okkum nýtist; eitt ikon fyri byrjan, eitt fyri enda og eitt fyri ljóð. Einfalt og lætt.
Ov tamt
Men er hetta ein CD, ein skal keypa til sín sjálvs ella til børn síni? Er tað pengarnar vert? Neyvan. Hon er tøkniliga vøkur, men ov hátíðarlig og tom fyri tey, sum hon vælsaktans er ætlað, nevniliga børnini. Tey minstu vilja helst heldur hoyra ævintýrið frásagt, tey størru børnini vilja helst einki hava við hvørgan at gera, og tey vaksnu fáa uttan iva meiri burtur úr upprunaliga ævintýrinum.
Fakta
Kavadrotningin kann ísetast bæði PC og Macintosh og krevur ikki meiri enn Windows 3.11 ella System 7.0 og tað mest neyðugu multimedia útgerðina, fyri at virka.