Um middagsleitið í dag var grundlógaravhoyring í Føroya Rætti í samband við eitt grovt harðskapsmál í einum húsum í Havn í nátt, har ein maður er lagdur í koma á Landssjúkrahúsinum.
Sambært ákæranum, Lindu Margrethe Hesselberg, er framdi harðskapurin so ógvusligur og vandamikil, at hon kravdi skuldsetta varðhaldsfongslaðan í fyribils fýra vikur, harav tvær vikur í avbyrging.
Undir grundlógaravhoyringini vildi ákærin hava skuldsetta varðhaldsfongslaðan eftir grein 245 og 247 í revsilógini, og skuldsetingin snýr seg um, at maðurin, sum nú liggur á Landssjúkrahúsinum, bæði er sligin, sparkaður og traðkaður í høvdið.
Linda Margrethe Hesselberg segði, at øll framsíðan á andlitinum á manninum er knúst, sum hon tók til, og maðurin hevur eisini havt eina minni heilabløðing.
Nú klokkan 15 verður enn ein grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har ein annar persónur eisini skal avhoyrast í sama harðskapsmáli. Í fyrru grundlógaravhoyringini var referatforboð, og væntandi verður eisini referatforboð í avhoyringini klokkan 15.
Eftir at hava hugsað seg um eina løtu, avgjørdi dómarin eftir rættarfundin at varðhaldsfongsla mannin, sum varð avhoyrdur fyrr í dag, í fýra vikur, harav eina viku í avbyrging.
Hin skuldsetti mótmælti ikki dóminum, tó at hann noktar seg sekan í skuldsetingunum hjá ákæranum, Lindu Margrethe Hesselberg.