Fyrst verður hildin ein stuttur fyrilestur um, hvussu kann eitt parlag varðveitast í einum strongdum gerandisdegi. Síðani verður ein filmur, ið ber heitið »Fireproof« vístur. Filmurin snýr seg um eitt par, ið hevur trupulleikar í hjúnalagnum. Ein sera grípandi og gevandi filmur. Eisini verður ein góður drekkamuður at fáa.
– Øll eru vælkomin, siga fyrireikararnir.