Fiskavirking
Sosialurin var ein túr fram við á fiskavirkinum hjá Kjartani Joensen í Leirvík seinnapartin fríggjadagin.
Tey vóru liðug at arbeiða fiskin, konufólkini vóru farin til hús at halda vikuskifti og teir, sum eftir vóru, ruddaðu av og vaskaðu virkið klárt til næsta dag.
Í morgun vóru tey aftur til arbeiðis á fiskavirkinum, og nú arbeiddu tey kongafisk, sum verður skorin við hond, ísaður, pakkaður í 10 kilo eskjur og sendur niður til Danmarkar við Norrønu.
Úr Danmark fer kongafiskurin víðari til ein pakkisentral í Padburg og haðani til marknaðirnar í eitt nú Bremerhaven og Bologne.
Jógvan Martin Hansen, sum er virkisleiðari, sigur, at tey plaga at arbeiða kongafisk týsdag og mikudag, sum síðan fer umborð á Norrønu hósdag.
- Vit keypa kongafiskin bæði á Fiskamarknaðinum og beinleiðis, eitt nú frá Fo-Fish og Faroe Seafood. Prísurin á ráfiskinum liggur støðugur um einar 9-10 krónur, men onkuntíð er hann nakað lægri.
Hampilig forrætning
Virkisleiðarin sigur, at sum heild fáa tey hampiliga væl fyri fløkini, og prísurin liggur javnan um einar 40-50 krónur fyri kilo.
- Hetta veldst eisini um, hvussu nógvur kongafiskur kemur uppá land í eitt nú Týsklandi, leggur hann aftrat.
Sum skilst á Jógvan Martini hevur framleiðslan við ísaðum kongafiskafløkum riggað rímiliga væl seinasta hálva árið.
- Nøgdin av kongafiski á marknaðinum hevur verið lutfalsliga lítil, og ein stórur partur av veiðini, sum kom upp á land, endaði í Suðuroy.
Virkisleiðarin sigur, at eini 12 fólk plaga at skera kongafisk við hond, størri helmingurin konufólk.
- Tá mest er at gera á virkinum, eru vit eini 25 fólk til arbeiði, tá øll eru íroknað, leggur hann aftrat.
Skipaflotin
Kjartan Joensen eigur eisini trolbátarnar, Norðleiv og Birting og útróðrarbátin, Høvnina.
Vit spurdu virkisleiðaran, um tað serliga er fiskur hjá hesum bátum, sum fiskavirkið hjá Kjartani í Leirvík arbeiðir.
- Nei, her hjá Kjartani er tað so, at virki og skip eru atskild – skilt á tann hátt, at so at siga øll veiðan hjá trolbátunum og útróðrarbátinum fer um Fiskamarknaðin Føroya á Toftum.
Jógvan Martin Hansen vísir á, at tá tú rekur vinnu og hevur bæði virki og skip – við fólki í landi og umborð á bátunum - er ógvuliga umráðandi, at hesi verða rikin á marknaðarligum grundarlagi, so misstemningur ikki kemur í.
- Hetta er tað einasta rætta, tí tástaðni fært tú røttu myndina av gongdini, leggur virkisleiðarin aftrat.