Tað er lívgevandi at fáast við deyðan.
Soleiðis sigur Herman Eysturoy, snikkari, sum er Føroya fyrsta gravarhjálp.
Síðstu trý árini hevur hann fingist við at smíða kistur. Og nú víðkar hann um virksemið, so tað eisini fevnir um at skipa fyri øllum tí praktiska í sambandi við jarðarferðir.
Sostatt hevur hann síðstu árini longu fingist við deyðan. Hann hevur smíðað umleið 100 kistur um árið og hevur soleiðis verið í sambandi við nógv fólk, sum hava mist ein av sínum kæru. Men tað er kortini ikki, tí at ein gravarhjálp hevur verið eftirspurd, at hann nú er farin undir nýggja virksemið.
? Fólk hava ikki biðið um hetta beinleiðis, og eg kann ikki siga, at tað beinleiðis hevur verið ein tørvur, men eg havi merkt strongd á nógvum, tí so nógv er at skipa fyri í sambandi við deyðan og eina jarðarferð. Fólk, sum eg havi tosað við, eru øgiliga positiv, og eingin hevur sagt seg vera ímóti, sigur Herman Eysturoy.
Fólk avgera sjálv
Onkur prestur hevur ført fram, at tað er neyðugt, at tey avvarðandi skipa fyri praktiskum málum sjálv í sambandi við eina jarðarferð. Tað hjálpir teimum at koma yvir sorgina og er eisini ein máti at siga farvæl við tann, tey hava mist.
? Mín ætlan er ikki at taka alt frá teimum syrgjandi. Tað er sjálvandi gott, um fólk sjálv eru við. Tey skulu sjálv gera av, hvussu jarðarferðin fer fram. Eg kenni alla mannagongdirnar og kann hjálpa, so teimum ikki nýtast at vera bangin fyri at hava gloymt nakað, tí nógv er at syrgja fyri. Um tey hava eina trygd fyri, at tað verður syrgt fyri øllum, kunnu tey róliga og uttan strongd skipa jarðarferðina, sum tey ynskja. Hetta merkir ikki, at allar jarðarferðir vera eins. Tvørturímóti, sigur Herman.
Varðveita siðir
Hóast hann leggur á nýggjan bógv, nú hann fer undir gravarhjálp, so heldur hann tað hava alstóran týdning, at føroyingar varðveita siðirnar í sambandi við jarðarferðir. Eitt nú heldur hann, at líkfylgi er ein týðandi táttur í føroysku mentanini.
? Tað kann væl vera, at eitt líkfylgi stegðar ferðsluni í havnargøtum, men tann prísin mugu vit gjalda, og so stóran skund hava vit heldur ikki. Tað hevur nógv at siga sálarliga fyri tey avvarðandi at fylgja líki. Fólk fáa tosað saman um tann farna, og tað loysir upp fyri sorgini. Tað er eisini hugaligt at síggja fólk, sum koma fram við líkfylgi, steðga á og vísa virðing fyri teimum, ið fara. Tað eiga vit at hava tíð til, sigur Herman.
Einki deydligt
Herman hevur brynjað seg til nýggju avbjóðingina og hevur eitt nú arbeitt hjá tveimum biðimonnum í Danmark fyri at læra seg upp. Spurdur, um tað ikki er nakað tungligt, at arbeiða við kistum og nærum hvønn dag tosa við fólk í sorg, svarar hann noktandi.
? Tað er als ikki trykkjandi. Hinvegin er tað lívgevandi at kunna geva frá tær, tá fólk í neyðini hava brúk fyri hjálp. Tað vísir seg eisini, at fólk altíð eru blíð, takksom og fyrikomandi, sigur Herman.
Ikki øll høvdu tolað arbeiðið, sum eisini gerst ein vani við tíðini.
? Tað er innbygt, trúgvi eg. Antin dugir tú at møta fólkum, sum syrgja, ella dugir tú tað ikki. Eg havi verið brandmaður í nógv ár, so eg havi sæð og uppliva eitt sindur av hvørjum, men tað er umráðandi altíð at vísa virðing, sjálvt um tað gerst ein vani. Sjálvandi vilja tað altíð vera støður, tá tú ávirkast, og um tað eru børn ella ung, sum eru farin, so kunnu tár meira enn so fella, sigur Herman.
Lítið skemt
Tey flestu kenna biðimenninar frá teknirøðunum. Teir skunda sær til, tá líkt er til, at fólk kunnu lata lív, gníggja sær í hondunum, tí nú eru nakrar krónur at vinna. Men hatta er langt frá veruleikanum, sigur Herman flennandi.
? Eg eri ikki keddur av, at fá fólk doyggja ein mánað. So fái eg bara meira at gera næsta mánaðin, tí tað vísir seg, at miðaltalið er javnt. Eg spinni ikki gull upp á deyð fólk. Hetta er ein forrætning sum alt annað. Skalt tú fáa nakað burturúr, so mást tú arbeiða hart, sigur Herman.
Sjálvandi kemur fyri, at onkur ger gjøldur burtur úr hansara vinnuvegi, men tað er meiri sjáldsamt.
? Fólk, sum eg kenni væl, kunnu koma við onkrari speiskari viðmerking, men eg haldi, at fólk eru farin at taka hetta í størri álvara. Tey tora ikki so væl at skemta og verða beinanvegin álvarslig, um tey hava sagt okkurt í spei, sigur Herman.
Á snikkaravirkinum hevur Herman eisini vanligar uppgávur sum at smíða trappur, vindeygu og annað, men so hvørt sum gravarhjálpin vindur upp á seg væntar hann, at vanliga snikkaraarbeiði fer at minka samsvarandi. Enn eru bara hann og pápin í arbeiði, men tað kann hugsast, at fólk verða sett til seinni.