Eitt landsstadion skal ikki liggja í Gundadali

? Stadionøkið í Gundadali skal vera til Havnarfeløgini at veja á og at spæla sínar dystir á. Verður eitt landsstadion bygt í Gundadali, forðar tað øðrum ítróttartiltøkum í Gundadali, og tað kann ikki vera meiningin, heldur Hallstein Sigurðsson, sum í løtuni situr í Tórshavnar Býráð

? Tað er eingin ivi um, at eitt landsstadion eigur at vera í Havn.

Tað sigur Hallstein Sigurðsson, sum í løtuni situr í Tórshavnar Býráð, sum eykamaður fyri Tórfinn Smith, ið er uttanlands í arbeiðsørindum.

Meðan Hallstein Sigurðsson situr í býráðnum, hevur hann m. a. sæti í mentanarnevndini.

? Tað er ikki rætt, bara at trumla eina ætlan ígjøgnum, uttan at kanna, um onnur ætlan kann vera skilabetri, tí spurningurin er, um Tórsvallarætlanin er hin rætta, heldur Hallstein Sigurðsson.

Hann sigur, at býráðið eigur at skapa fortreytir fyri at eitt landsstadion kann gerast í Havn - og tað er gott, at býráðið vísir sín góða vilja.

? Men er tað ikki nátúrligt, at eitt landsstadion liggur í Gundadali?

?· Nei, tað haldi eg als ikki. Gundadalur skal vera til havnarfeløgini - har skulu tey hava sínar dagligu venjingar og spæla sínar dystir.

? Eitt landsstadion verður ikki brúkt dagliga, og á einum landsstadion sleppa havnarfeløgini ikki at venja. Tí forðar eitt landsstadion í Gundadali øðrum ítróttartiltøkum, og tað kann ikki vera meiningin, heldur hann.

? Aftur at hesum skulu vit hugsa um nógvu ferðsluna, ið verður kring eitt slíkt stadion, tá dystir eru.


Graslíki á vøllin á Argjum

? Tað er longu nú ov trongt til dagliga ítróttarvirksemið í Gundadali, sigur Hallstein Sigurðsson, sum eisini vísir á, at dømi er um at ítróttafelag er hildið uppat við ungdómsarbeiðinum vegna ov trongar venjingarumstøður í Gundadali.

Í Havnar kommunu er eisini eitt annað ítróttarfelag, sum ikki hevur havt tilhaldsstað í Gundadali - nevnilgi Argjaliðið AB. Áðrenn Argja og Tórshavnar kommuna vórðu lagdar saman, varð vøllur gjørdur á Argjum. Har hevur verið talan um at leggja graslíki á, men enn er hendan ætlan ikki framd í verki. Skulu argjafólk varðveita vøllin á Argjum, ella skulu eisini tey niðan í Gundadal at venja?

? Sjálvandi skal vøllurin á Argjum varðveitast, eins og tað er púra nátúrligt, at graslíki verður lagt á tann vøllin við, heldur Hallstein Sigurðsson.

? Eingin ivi er um, at pláss er fyri minst trimum fyrstudeildarliðum í Havnar kommunu - og tí skulu tey eisini hava hartil góðar venjingarumstøður.


Privat - so lat

tað vera privat?

Men tað er ikki heilt frítt, at Hallstein Sigurðsson er ørkymlaður av Tórsvallarætlanini.

? Fyri tað um nakrir menn fáa eitt gott hugskot, so er tað ikki vist, at talan er um skilabestu ætlanina.

? Vit skulu eisini hava í huga, at Tórsvallarætlnin varð rættuliga nógv umrødd fyri seinasta býráðsval, og at ein av høvuðsstigtakarunum var táverandi formaðurin í mentanarnevndini hjá Tórshavnar kommunu, vísir Hallstein Sigurðsson á.

Hann vísir eisini á, at Tórshavnar kommuna eigur økið í Gundadali, og kommunan hevur eisini goldið fyri tað arbeiðið, sum higartil er gjørt. Afturat hesum skal kommunan, eins og landið stuðla arbeiðinum enn meira.

? Skal ætlanin vera privat, og lat hana vera privata og harvið skal ætlanin verða fíggjað á privatum grundarlag, sigur Hallstein Sigurðsson.

? Eg skilji ikki, at ætlanin er at stuðla hesari ætlan á sama hátt sum ítróttar- og bygdafeløg verða stuðlað, tá talan er um eitt privat tiltak. Tá er ikki rætt, at landið og kommuna stuðla við hvør sínum triðingi.


Sakligari orðaskifti

Hallstein Sigurðsson harmast eisini um, at tað er so trupult við sakligum orðaskifti um slíkt mál.

? Tað tykist ofta so, at tekur tú ikki undir við eini ítróttarætlan, so ert tú í móti henni. Men so einfalt er tað kortini ikki. Taka vit Svangaskarð sum dømi, so vita vit, at henda ætlan varð skundað ígjønum - og avleiðingarnar eru hareftir, tí talan var ikki um eina rætta íløgu.

? Tað kann ikki vera meiningin, at vit gera sama feilin enn einaferð, sigur Hallstein Sigurðsson.

Hallstein Sigurðsson vísir eisini á tað keðiliga orðaskiftið, sum hevur verið frammi, nú tingmenn í sambandi við fíggjarlógina hava umrøtt Tórsvallarætlanina.

? Vit síggja ein týðuligan illvilja móti Havnini. Tingmenn eru ímóti tiltøkum, bara tí tey verða gjørd í Havn. Hetta er ein sera óheppin gongd, og eiga vit at lyfta orðaskiftið á eitt sakligari støði, sigur Hallstein Sigurðsson.

? Hevur Hallstein Sigurðsson eitt boð upp á, hvar eitt landsstadion so skal liggja?

? Tað skal liggja í Havn, men eg havi tað álit á umsitingini hjá Tórshavnar Býráð, at hon er før fyri at finna best egnaða økið?