Eitt lítið kort fekk hana til lækna

Hon føldi seg spillfríska, men tá hon læt seg kanna, hevði hon krabbamein í tarmunum.

Søgan hjá 83 ára gomlu Edel Mariu Thorleifsson er, hvussu stóran týdning tað kann hava at vera árvakin og lesa slíka kunning, sum Krabbameinsfelagið hevur.

 

- Eg kann næstan siga, at tað var eitt lítið kort, sum sum bjargaði mær lívinum. Tú veitst jú ongantíð, hvussu tað annars hevði gingist, um tú ikki fór til lækna. Men, tað var í øllum førum hetta lítla kortið hjá Krabbameinsfelagnum sum fekk meg til lækna og sum gjørdi, at læknarnir funnu út av, at eg hevði krabbamein í tarmunum.

 

Edel Maria Thorleifsson í Vestmanna er 83 ára gomul, ættað úr Fuglafirði. Sum ung giftist hon Rósing Thorleifsson, sála, sum árini 1974 til 1987 var sýslumaður í Vestmanna.

 

Fyri 24 árum síðan fekk Edel staðfest krabbamein í tarmunum. Tað áhugaverda í hesi søgu er, hvussu hon fann út av, at hon var sjúk og hevði fingið krabba. Hon føldi sær ikki mein. Als eingin mistanki var um nakra sjúku.

 

- Meira av tilvild var eg fleiri ár frammanundan vorðin limur í Krabbameinsfelagnum. Ein dagin kom eitt lítið kort inn um dyrnar. Í kortinum stóð okkurt um, hvat tú kundi hyggja eftir fyri at vita, um tú kanska hevði krabbasjúku - ella sagt við øðrum orðum; her varð víst á ymiskt, tú kundi hava í huganum í tí dagliga.

 

Edel føldi sær einki og als einki órógv var um møguliga krabbasjúku. Kortið lá á borðinum, síðan í onkrari skuffi - og so aftur á borðinum.

 

- Ein dagin setti eg meg at lesa kortið og helt, at eg skuldi gera eina roynd at hyggja eftir onkrum av tí, sum mælt varð til, sigur hin 83 ára gamla, sum Vikublaðið, ið verður borið í hvørt hús mánadagin, hevur skift orð við.