Eitt ljóshært høvd í myrkhærda systkinaflokkinum

Í samband við kjakið um fría fosturtøku, kom er í tankar um eitt aftursvar eg fekk frá gamlari konu fyri umleið 30 árum síðan.

Dagny Joensen





Tað er tíðarspill at kjakast um at broyta fosturtøkulógina so leingi sum politisku flokkarnir ikki kunnu semjast um at hava felags støðu til málið.
Vanligt er annars í flest øllum málum, at flokkarnir taka støðu fyri ella ímóti, og út frá hesum viðgerða mál og spurningar, sum hava við samfelagið at gera.
Bert ikki, tá talan er um eymar spurningar. Tá skal hvør tinglimur hava loyvi at hava sína persónliga støðu. Tað er gott agn hjá teimum, sum hugsa um næsta val, men tað er ikki ein demokratisk mannagongd í einum framkomnum samfelag, sum vit helst vilja kalla okkara.
Í samband við málið um fría fosturtøku, verður orðaskiftið vent og snarað, til tað at enda bert snýr seg um, hvørja persónliga støðu tinglimirnir hava. Hvat skulu vit veljarar brúka tað til? Tinglimirnir eru valdir at taka sær av øllum málum, sum hevur við okkara samfelag at gera. Talan er ikki um eitt sjálvtøkuborð, har tann einstaki tinglimurin skal hava loyvi at vraka og velja, alt eftir hvat viðkomandi finnur fyri gott.

Spurningur um mannarættindi
Í veruleikanum er frí fosturtøka ein spurningur um sjálvsøgd mannarættindi, at kvinnan skal hava loyvi at ráða sær sjálvari og taka støðu - í hesum føri - til fosturtøku.
Talan er ikki um at trýsta nakað yvir høvið á kvinnum. Flestu kvinnur vilja hava síni børn, men um okkurt er, sum forðar og hon ikki er før fyri at taka ímóti barninum, skal tað ikki verða eitt brotsverk, um hon velur fosturtøku.
Hetta málið líkist tí við teimum samkyntu. Verður tann minnilutin góðtikin á jøvnum føti við onnur, halda summi, at so verða fleiri samkynt.
Sama er við málinum um fosturtøku. Fáa kvinnur loyvi til tess, so verða fleiri fosturtøkur.
Tað er tað reina tvætl. Flestu børn eru ynskibørn, og tey verða móttikin við gleði og takksemi. Tað verða tey eisini frameftir.

30 ára gamalt aftursvar
Minnist at eg fyri 30 árum síðan spurdi eina gamla konu um fosturtøku. Mín spurningur var: Hava kvinnur og ungar gentur í Føroyum ongantíð havt fyri neyðini at fáa fosturtøku, tá tær eru komnar skeivt fyri?
Konan suffaði og stardi at mær, sum var eg ikki rættsiktað, men tók seg saman og svaraði: - Onkuntíð hevur eitt ljóst barnahøvd stungið seg inn millum hini myrkhærdu í systkinaflokkinum, men eingin tosaði um tað. Hon nevndi als ikki tær ungu blaðungu genturnar, sum spákaðu við barnavogni.
Hetta var stutt eftir at Danmark hevði innført fría fosturtøku við lóg í 1973. Tá eins og í dag var danska fosturtøkulógin frá 1956 frameftir galdandi í Føroyum.
Við øðrum orðum, øll vita um hesar trupulleikar, men eingin ger nakað við tað. Nú vit skriva 2004, og liva í einum - í aðrar mátar - framkomnum samfelager, er spurningurin ósvaraður.
Seinast nýggja er at ein felagsskapur í Danmark bjóðar føroyskum kvinnum fría ferð til Danmarkar og alt goldið í samband við fosturtøku.
Nøkur halda hetta er í fínasta lagi, onnur halda at fosturtøka skal als ikki verða loyvd. Vit eru aftur við "squer one".
Alt gott at siga um tey, sum halda, at frí fosturtøkulóg ikki skal vera í Føroyum. Tað stendur einhvørjum frítt fyri at vera fyri ella ímóti, men tá hesin spurningur verður gjørdur til eitt mál um kenslur, trúgv og persónliga sannføring, haltar onkunstaðni.
Spurningurin um fosturtøku er eitt politiskt mál um lógarbroyting, sum krevur viðgerð í Løgtinginum. Tað kann als ikki góðtakast, at ein felagsskapur í Danmark leggur seg út í okkara viðskifti. So frægt at sær komnir mugu landsins kosnu politikarar vera, at teir tora at taka málið upp.