Eitt mál gav ikki stig

Føroyska liðið skuldi bæði hava mál og stig í gjárkvøldið, søgdu fleiri leikarar. Venjarin segði seg vóna tað sama. Málið fingu teir, men tá mótstøðuliðið ger trý av slagnum, so er røkkur einsamalla føroyska málið ikki til nakað sum helst

FÓTBÓLTUR

Piatra Neamt, Rumenia: Brian Kerr hevur gjørt greitt, at honum ikki hóvar tap. Heldur ikki tey heiðurligu, eins og Jónas Þór Næs førdi fram undan dystinum í móti Frankaríki.
Somuleiðis hevði Atli Gregersen sagt, at hann satsaði upp á ein sigur á Rumenia, meðan Jákup á Borg metti, at ein javnleikur als ikki var óhugsandi.
Bjartskygdir menn undan dystinum í móti einum liði, sum liggur 137 pláss frammanfyri okkum á altjóða styrkislistanum hjá FIFA.
Dysturin endaði 3-1 til Rumenia. Tað er eingin, sum kann siga, at sigurin ikki var uppiborin. Spurningurin er so, um Brian Kerr, Jónas Þór Næs, Atli Gregersen, Jákup á Borg og hinir, sum vóru av somu sannføring, eru meiri ella minni ørir í høvdinum.
Tað er møguligt, men tað er neyðugt, um tú sum pinkutjóð skalt hava stig í móti teimum stóru. Tað skulu vit eisini hava – og tey stigini hava vit fingið fýra av í hesi undankappingini.
Hon endaði í gjárkvøldið, men stigaveiðan heldur fram í næstu undankapping – líkamikið hvørji mótstøðuliðini eru.
Lúsingarnir koma – tað gera teir altíð og teir taka vit við. Sum til dømis leygarkvøldið í móti Frankaríki. Men dysturin í gjárkvøldið prógvaði, at føroyska liðið í roynd og veru kann spæla heilt hampiligan fótbólt, hóast ikki allir á liðnum raka dagin.
Tað er eitt stórt framstig!

Ein kjansur og eitt mál
Men skulu stigini koma, so hava vit ikki ráð at gera somu mistøk sum í gjárkvøldið. Fyrsta málið er næstan eitt stórt mistak úr enda í annan. Jákup Mikkelsen skjýtur málspark út, og tríggjar statiónir seinni er mál.
Bólturin verður stútaður niðan í teirra høgra borð, har Varga sleppur at leggja inn um Atla Danielsen til Apostol, sum fær bóltin á brotsteigarmarkinum. Miðvallarleikarin ger tað einasta, hann í roynd og veru kann gera. Hann tekur eitt trekk við fyrstu røring inn í brotsteigin. Samstundis ger Atli Gregersen tað einasta, hann ikki skal gera. Hann kemur út í móti Apostol heldur enn at hanga eftir, og soleiðis glíður Apostol beint ígjøgnum føroysku verjuna.
Skotið er hart og gott, men vinkulin var rímiliga spískur og Jákup Mikkelsen átti at vart fyri við nærmaru stong.
Hinvegin hevði Jákup eina sera góða og kanska eitt sindur hepna bjarging løtu seinni, tá ein rumeni stjelur bóltin frá Fróða Benjaminsen, men skotið endar beint á Jákup Mikkelsen, sum stendur á rætta stað.
Fáar minuttir seinni var Fróði Benjaminsen aftur í sentrum. Hann fekk nøsina á eitt innlegg frá Símun Samuelsen, men tíverri var nøsin ikki nóg stór og bólturin broytti ikki stórvegis kós.
1-0 gjørdist eisini hálvleiksstøðan í dystinum, sum harvið var víðopin.

Úr einum enda í hin
Í seinna hálvleiki vóru okkara mans eisini væl við. Fyrsta gjøgnumspælda álopið áttu føroysku leikararnir eisini, tá Rógvi Jacobsen, Jákup á Borg og Símun Samuelsen spældu seg ígjøgnum, tó uttan at nakað stórvegis spurdist burturúr.
Hetta var í 64. minutti og minuttin eftir, var mál í hinum endanum. Bóltur verður fluttur inn í føroyskabrotsteigin úr teirra høgru síðu. Atli Gregersen verður fyrstur á hesum og sparkar burtur, samstundis sum ein rumeni ger eitt lítið fríspark á hann.
Harvið missir hann nøkur fet og innleggið frá Marica liggur perfekt til Bucur, sum trýnur fram um Egil á Bø og stútar í netið.
Tíggju minuttir seinni kundi støðan verði 3-0, men einans ein rætt og slætt ótrúlig bjarging frá nú fyrrverandi landsliðsmálverjanum helt føroyska landsliðnum inni í dystinum.

Egil við fyrsta málinum
Og inn aftur í dystin komu føroysku leikararnir av álvara sjey minuttir fyri leiklok. Símun Samuelsen gjørdi eitt tað frekasta trekkið, sum er gjørt á føroyska landsliðnum í longri tí, dróg eitt sindur í vinstra borði og varð feldur.
Súni Olsen tók sær av frísparkinum, legði tað perfekt innfyri til Egil á Bø, sum rann seg í sera góða støðu og stútaði bóltin í tóma málið. Hvar málverjin var og hvat hann ætlaði at gera, er ilt at siga, men líka legði liðformaðurin hjá EB/Streymi í, tá hann setti krúllin undir bóltin.
Málið fingu føroyingar meðan teir einans vóru tíggju mans á vøllinum, tí Jákup á Borg var uttanfyri við skaða. B36’arin varð stemplaður rættiliga ófantaliga og kom ongantíð fyri seg aftur, og ein útskifting var ikki møgulig, tá Brian Kerr hevði brúkt allar.

Bílig mál avgjørdu
Við tíggju monnum móti 11 rumenum var tað ein trupul setningur, ið nú skuldi greiðast, um javnleikur skuldi hálast heim. So langt komu føroyingarnir ongantíð, tí tveir minuttir fyri leiklok staðfesti Rumenia sigurin.
Ein rumeni slapp at seta bæði Egil á Bø og Jónas Þór Næs av, áðrenn hann smekkaði til. Jákup Mikkelsen vardi fyri men slepti ein retur, sum Mazilu lættliga setti í netið.
Enn eitt mál av teimum heldur bíligu, tí Cristea slapp alt ov lætt framvið Egili og Jónasi, og Jákup Mikkelsen átti at hildið skotinum.
Harvið var leyst og liðugt! Føroyar taptu 3-1 fyri einum rumenskum liði, sum á ongan hátt imponeraði og sum avgjørt var til at tosa við.
Harmiligt, tí Føroyar spældu í roynd og veru als ikki so galið. Menn stríddust væl og arbeiddu hart. Tíverri vóru tað ikki allir, ið raktu dagin og harvið gekk tað heila ikki upp í eina hægri eind.
Skulu stig fáast á hesum støðinum, skulu allir spæla optimalt og alt skal sampakka. Tað gjørdi tað ikki í gjárkvøldi, men kortini hingu føroyingar í og fingu eitt mál.
Tað er meira enn so ofta áður og er enn eitt stig á rætta vegnum.