Líkindini eru hampuliga góð á Svangaskarði, har tað nú er hálvleikur í EM undankappingardystinum millum Føroyar og Ukreina.
Ukreina er á odda 1-0. Málið fingu teir í 21. minutti, tá ið verjuspælarin Volodymyr Yezerskyy eftir frísparkssending eitt sindur úr vinstru stóð púra leysur mitt fyri málinum og setti bóltin framvið Jákupi Mikkelsen í føroyska málinum.
Føroyska liðið hevur verið undir ávísum trýsti, men teir hava verið tættir í brotsteiginum og hava tískil blokerað nógvar skotroyndir. Jákup Mikkelsen hevur stórbjargað einar tríggjar ferðir.
Bestu føroysku royndina hevði Christian Høgni Jacobsen í yvirtíðini, men málverjin bjargaði skotroyndini eitt sindur úr høgru og til nærra stólpan til horna.
Vøllurin er bleytur, og Ukreina hevur roynt seg nógv við longum bleytum sendingum fram ímóti brotsteiginum.