Nú verður kanna eftir, um tað ber til at veita offrum fyri kynsliga ágangi, betri og hollari hjálp. Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur lagt málið fyri landsstýrið og nú verður arbeitt víðari við tí.
Ein arbeiðsbólkur hevur sitið í eina tíð og arbeitt við eini heildarætlan í samband við kynsligan ágang. Tað er eitt umfatandi arbeiðið og Annika Olsen, sigur, at arbeiðsbólkurin er ikki liðugur enn.
Men nú fíggjarlógin fyri næsta ár skal viðgerast í Løgtinginum, og samtykkjast, verður hildið, at tað ber til at seta ein part av heildarætlanini í verk. Talan er um tann partin av heildarætlanini, sum snýr seg um at veita vaksnum fólki hjálp fyri seinárin av kynsligum ágangi í barna- og ungdómsárunum.
Annika Olsen sigur, at nú verður hugt eftir, hvat ber til og ikki og, hvussu tað kann skipast. Ein máti kann vera at broyta reglurnar fyri Heilsutrygd, so at stuðul eisini verður latin til at hjálpa vaksnum fólki, sum líða undir seinárinum av kynsligum ágangi í barna- ella ungdómsárunum.
Talan kann eisini vera um eitt serstakt tilboð og talan kann eisini vera um at leggja tað beinleiðis undir psykiatriska depilin á Landssjúkrahúsinum. Annika Olsen sigur, at talan er um ein trupulleika, sum eigur at verða tikin í størsta álvara. - Tað eru vit øll í landsstýrinum samd um. Men tað er greitt at fígging skal til og tað eru ymsir møguleikar í hesum sambandi, vit hyggja at, sigur Annika Olsen.
|