Ein løgin skapningur

Náttúran goymir mangt løgið, og tað má eisini sigast um hetta løgna dýrið.

Ein ferðamaður í Thailandi, sum gekk sær ein túr eftir strondini, hevur gjørt eina upptøku av einum løgnum skapningi.

 

At síggja til hevur dýrið hvørki eygu, armar ella bein, men kortini megnar tað at "sleipa" seg runt á strondini.

 

Útlendskir miðlar skriva, at upptøkan er gjørd í býnum, Krabi í Thailandi, hin 17. mai í ár.

 

At síggja til minnir hesin skapningur um eitt slag av igulkeri. Sagt verður, at enska navnið er "sea potato"

 

Livandi myndirnar av dýrinum, sum ferðamaðurin tók, kunnu síggjast á hesi leinkju - 

 

https://tv.vg.no/video/239847/merkelig-dyr-krabber-langs-stranden?utm_source=vgfront&utm_content=hovedlopet_row4_pos2