Eitt minni um Káru Djurhuus, Toftir

Týsmorgunin 14. december sá út at verða ein vanligur morgun. Komin til arbeiðis, var eg uppringdur. Stemman í hinum endanum segði mær, at nú hevði Kára lagt árarnar inn. Tað var sum um man steðgaði upp og fór at hugsa.

Hví skuldi lagnan gerast so hørð hjá henni, sum man hevur kent frá barnaárum av, hon sum var so lívsglað. Tú kundi práta við hana, og altíð virkaði hon at vera í góðum lag, sjávlt um hon hevði sítt at stríðast við. Tú ført altíð frá henni lættur í huga, tí tú hevði møtt henni við einum látri yvir okkurt sum er stuttligt í gerandisdegnum.


Kára var dóttir Joninu og Jákup Michael Mikkelsen á Toftum. Tey vita hvat tað er ar missa, tí í 1964 mistu tey sonin Jákup, sum druknaði á Toftavatni. Umframt Káru og Jákup, eiga tey fýra onnur børn, sum eg ikki ivist í, er ein troyst hjá teimum í hesi sváru tíð, nú tey eisini eru komin upp í árini.



Kára giftist við Sigmundi, sum er ættaður av Selatrað, og fingu tey fýra børn. Má Guð styrkja tykkum øll í hesi sváru tíð hvar tit hava mist hana, sum stóð tykkum ómetaliga nær.



Og skjótt er tíð mín runnin,

tí skal eg Jesus teg

um lítla stund nú skoða,

tú heintar sjálvur meg.

Hjá tær eg har kann síggja

tað, sum eg trúði á

og hørpuna av gulli

eg fái frá tær tá.

(HMS 677)



Friður veri við minninum um Káru



Jón syskinabarnið