Hvar og hvussu verður gamlaárskvøld hildið?
- Vit halda kvøldið heima, sum er niðri á Landavegnum. Seinnapartin hava vit etið ræst kjøt, og móti midnátt verður tað rækjur og bobluvín. Vit fara at hyggja og njóta løtuna.
Jógvan Tróndarson sigur, at familjan búði í Hoyvík í 24 ár – við góðum útsýni yvir býin og fýrverk, men nú búgva tey so niðarlaga í býnum, at tað nógva hendir oman fyri tey, sum hann tekur til.
- Men, her er veðurgott og meira friðarligt, leggur hann aftrat.
Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?
- Tað, sum mest stendur eftir, nú árið er farið, er nýggja skipið Avataq, sum eg havi brúkt mest sum alla mína tíð til seinastu árini. Skipið er nú liðugt og skal byrja fiskiskap í Grønlandi primo januar, sigur skiparin.
Jógvan Tróndarson sigur, at hann er takksamur fyri at hava verið vid til at byggja hetta skipið.
- At elsta dóttirin keypti sær hús í býnum, abbadøturnar hava tað gott, og stuttligt er, nú vit hava fýra hvølpar rennandi um beinini, sigur hann brosandi.
Tá hann skal svara spurninginum, hvat gekk minni væl í 2019, sigur Jógvan Tróndarson, at hann hevur tann eginleika mest at minnast tað góða.
- Súrar løtur og ringar og tungar hendingar fara nokso skjótt aftur við borðinum, og Guð havi lov fyri tað, sigur hann og leggur aftrat, at hann minnist 2019 við gleði.
Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?
- Tað fyrsta verður at koma gott í gongd við nýggja skipinum. Hetta kemur at fylla nógv. Eg vóni, at skipið verður til gleði fyri manning og reiðarí, og at tað kemur at liva upp til væntaninar.
##med2##
Jógvan Tróndarson sigur seg vóna, at alt rundan um hesa verkætlan, sum nýggja skipið er, kemur at gangast væl.
- Eg vóni, at okkum fer at gangst væl – at vit fara at hava tol, vit og skil at samstarva til felags gagn, og at manningin á Avataq kemur trygt ígjøgnum árið. Eg vóni, at vit megna at halda fast í tí góða, sum er, og at vit megna at styrkja tað, sum styrkjast kann, sigur skiparin.
Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?
- At lætna nøkur kilo, sigur Jógvan Tróndarson at enda.