Sum kunnugt hevur Sunda Byrsufelag við Norðskála verið støðugt virkið
seinastu árini, og skarin av virknum limum gerst alsamt størri. Felagið
skipar árliga fyri tí vælumtóktu veðrakappingini, har høvuðsvinningurin
er ein livandi veðrur, latin av Føroya Bjór.
Eftir fleiri ára oyðimarkagongd røkist nú fyri, at Veiðifelagið Byrsumúli,
ið heldur til í Sandvíkum í Tórshavn, endiliga fær loyvi til at byrja virksemi
teirra aftur. Har hevur alt virksemið ligið stilt í mánaðir og ár, orsakað av,
at almennir og kommunalir instansir ikki hava kunna funnið eina semju um,
hvørs tað skuldi verða loyvt at skjóta har ella ei, men tykist tað nú,
sum um at málið endaliga er loyst, skjótingini til frama.
Sum nakað nýtt hava skjúttar í Nólsoy tikið stig til at stovna skjótifelag har.
Teir hava útvegað økið og byrjunarútgerð, og vóna at verulig gongd kemur á
felagið í 2006. So hvør veit, um ikki møguleiki verður at luttaka í Fredriks-Cup
innan stutta tíð.