- Henda løtan má vera eitt serstakt upplivilsi hjá manning, starvsfólki og leiðslu í Smyril Line. Hetta er ein nýggj tíð, sum byrjar í norðuratlantiskari ferju- og ferðamannasigling sigur Heri Niclassen, stjóri í Ferðaráð Føroya og ein av veteranunum í føroyskari ferðavinnu sum heild. Hann hevur mong ár á baki í privatu ferðavinnuni, bæði hjá Smyril Line og Atlantsflog.
Hann vísir á, at hetta seinasta stigið hjá Smyril Line má sigast at vera triðja stigið í einum útviklingi, sum er 27 ára gamal.
- Fyrst var tað Smyril, síðani Norrøna og nú nýggja Norrøna. Tað hevur verið ein støðug framgongd alla tíðina. Og hjá felagnum var bert eitt at gera, og tað var at útvega eitt størri skip, tí eftirspurningurin er vaksin so nógv. Vaksandi talið av ferðafólki ynskir eisini betri umstøður umborð. Verandi Norrøna er útslitin. Hetta verður tí eisini spennandi hjá okkum øðrum í føroyskari ferðavinnu. Heri Niclassen sipar til, at Ferðaráðið eisini vil vera partur av tí útviklingi, sum verður í kjalarvørrinum á nýggju Norrønu.
- Okkara partur skal so ikki liggja eftir fyri at fáa hetta at ganga.
Nýggja Norrøna fer at blíva eitt týðandi lið í menningini av føroyskari ferðavinnu. Fyri at fáa ferðandi við skipinum fer Smyril Line eisini at leggja uppaftur størri orku í marknaðarføring. Tað kann so koma at gagna allari føroyskari ferðavinnu.
Stjórin í Ferðaráðnum heldur, at tað má vera ein undarlig men ikki minst góð kensla hjá teimum, sum løgdu lunnar undir táverandi Smyril í 1975. -Teir, sum vórðu við til at keypa Mortan Mols fyri 27 árum síðani, og sum eru við í dag, høvdu neyvan ímyndað sær tá, at man 27 ár eftir, at Smyril kom, skuldi sjóseta eitt so stórt skip sum ein beinleiðis avleiðing av tí, sum pionerarnir fóru í holt við tá. Tað má vera stuttligt í dag at vera pionerur í ferðamannasigling í Norðuratlantshavi og uppliva henda dag.
Heri Niclassen, sum hevur verið við til at leggja lunnar undir Smyril Line og byggja tað upp, heldur, at felagið var tvingað til at gera okkurt, tí tey ferðandi hava spurt eftir størri skipi og betri komfort. Hvussu fer at ganga fíggjarliga veldst um so nógv, eitt nú um hvussu gongur fíggjarliga í landinum.
- Eg rokni við, at uppaftur fleiri føroyingar fara at brúka Norrønu, tá hon kemur í sigling. Nú er pláss fyri teimum. Nú fáa teir tað kamarið, sum teir hava ynskt sær. Heri Niclassen roknar við, at tann gamla tíðin fer at endurtaka seg, tá fólk fóru við skipi bæði um heystið og várarnar. Tey fyrstu árini verður ein ávís nýfikkingheit millum føroyingar. Men tann útlendski marknaðurin má røkjast sum ongantíð fyrr.