Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum í Sunda kommunu 8. – 17. september 2022, og øll kunnu senda uppskot inn uppskot.
- Vit bjóða øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2022. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu hetta verður mett at vera til gagns fyri borgarnar í kommununi.
Á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo - verður sagt, at uppskotini skulu sendast kommununi innan týsdagin hin 30. august klokkan 12.
- Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir, og trrivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini - ella ikki at velja nakað av teimum.
Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu seinnu árini, eru:
* 2021 Sofus Debes Johannesen
* 2019 Andrass Midjord
* 2018 Edmund Joensen
* 2017 Leguhúsið í Nesvík
* 2016 Hósvíkar róðrarfelag
* 2015 Nicolina av Kamarinum
* 2014 Johannes Johannesen
* 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík
* 2012 Asfinn Sigvardsen
* 2011 Esmar Dahl