Umleið 300 fólk vóru møtt til kunningarfundin á Skúlatrøð í Klaksvík í gjár.
- Góðu umstøðurnar á Skúlatrøð gjørdu, at øll, sum vóru møtt, fingu eina góða uppliving. Fyrilesturin var sera væl fyriskipaður við bæði persónligum frásagnum, smáum filmsbrotum og fakligum framløgum.
Borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, bjóðaði vælkomin, og takkaði eitt Bjørg Dam og Livari Nysted fyri, at tey vóru so djørv at greiða frá sínari lívssøgu.
- Bjørg Dam, sum er forkvinna í ADHD-felagnum, er eisini mamma at dreingi við ADHD. Hon greiddi frá teirra lívssøgu, og greiddi eitt nú frá týdninginum at vera væl kunnaður um ADHD, soleiðis at tú kanst gerast ein stuðlandi avvarðandi og eisini verða betri ílatin til at greiða teimum frá, sum varða av barninum uttan fyri heimið, hvussu barnið best verður stuðlað.
Livar Nysted greiddi eisini hugtakandi frá, at hann fyri hálvum ári síðan fekk staðfest ADHD. Hóast hann var ógvuliga skeptiskur og ikki hevði hug at lata seg útgreina fyri ADHD, so staðfesti hann, at hann nú hevði fingið eitt øðrvísi lív við “nýggjum brillum” – og er bara blivin meira kreativur og fær meira á skaftið.
Í Klaksvíkar kommunu siga tey, at umframt frásagnirnar og smáu filmsbrotini, vóru eisini sera áhugaverdar framløgur frá Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingi á Sernámi og Tórmóði Stórá, psykiatara á Landssjúkrahúsinum.
##med2##