Eitt øgiligt buldur í Havn

Bresturin var ein spreinging í grótbrotinum á Glyvursnesi

Fyri lítlari løtu síðani hoyrdist eitt øgiligt buldur um allan høvuðsstaðin. Nógv fólk ógvaðust við.

 

Vit hava spurt løgregluna, hvat hetta var fyri nakað. Men tey vistu ikki at siga, hvat tað var í eina løtu. Men nú vita tey:

 

– Bresturin var ein spreinging í grótbrotinum á Glyvursnesi, skrivar politiið.

 

Sum vit skilja, hoyrdist buldurið eisini á Skálafjørðinum og longur norðuri.