Eitt partrolarapar fiskar sild

Seks av teimum smáu trolbátunum eru í løtuni til fiskiskap eftir havtasku, men fiskiskapurin er smáligur.

- Eitt partrolarapar er á sildaveiði, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par fiskar sild. Skipini, sum fiska upsa, fáa eisini nakað av hjáveiði.

 

- Upsafiskiskapurin hjá partrolarunum er vánaligur, men skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey at siga, at ein djúpvatnstrolari er til fiskiskap eftir svartkalva.

 

Væntandi kemur skipið inn at landa síðst í næstu viku ella fyrstu í aðru viku

 

Seks av teimum smáu trolbátunum eru í løtuni til fiskiskap eftir havtasku, men fiskiskapurin er smáligur.

 

- Vit rokna við, at tveir koma inn at landa mánadagin, og hinir koma helst miðskeiðis ella síðst í næstu viku.

 

Eitt garnaskip er til fiskiskap eftir havtasku. Teir koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í næstu viku, men fiskiskapurin er vánaligur.

 

- Eitt garnaskip fiskar havtasku. Teir hava brúkiligan fiskiskap og koma helst inn at landa miðskeiðis í næstu viku, verður lagt aftrat.

 

 

 

 

 

- Eitt partrolarapar er á sildaveiði, siga tey á Fiskamarknaði Føroya í dag.