Eitt petti av Føroyum á Vesterbro

Tann føroyski jólabasarurin hevur verið eitt “føroyskt event” í Keypmannahavn hvørt heyst síðani 2011.

 

Basarurin er ein sjálvstøðug eind í samstarvi við tað Føroyska Kvinnufelagið, Føroyahúsið og einstaklingar í og uttan fyri Keypmannahavn.

 

Vit, Asley Højgaard, Katrin Nolsøe og Chirstin Dahl Plate, eru stigtakarar og hava ábyrd av basarinum.

 

Yvirskotið fer til vælgerandi endamál í Føroyum tvs. til familjur, børn og ung sum hava serligan tørv. Basarurin gevur eisini ískóyti til mentanarlig tiltøk úr Føroyum, til gleði og gaman fyri føroyingar niðri og onnur áhugaði.

 

Basarurin, sum altíð er eitt vikuskifti í november, er sera væl vitjaður. Áðrenn dyrnar lata upp stendur ein hópur af fólki í garðinum uttanfyri Føroyahúsið og bíðar eftir at sleppa inn. Her koma bæði menn og kvinnur, ung og gomul, føroyingar og serstakliga nógvir danir.

 

Vit leggja dent á at selja dygdargóðar føroyskar vørur t.d. bundnar troyggjur, vøttir, hosir, húgvur og skóleistar. Føroysk listafólk selja listahandverk og Føroyahúsið selur føroyskan mat, føroyskt øl og snaps og aðrar gloypubitar.

 

Fólk hittast í kaféini og fáa sær drekkamunn, drýl við føroyskum viðskera, vaflir við rabarbusúltutoy og annað gott.

 

Alt arbeiðið í samband við hendan basar er útint av sjálvbodnum. Kvinnur, sum í tíðarbilum búgva á Hotel Tórshavn, bæði sjúklingar og avvarðandi, hava síðan byrjanina bundið til basarin. Fólk her og í Føroyum binda og seyma og onkur ger handverk. Tann føroyska bindicaféin í Føroyahúsinum hevur eisini verið partur av hesum.

 

Ein hópur av góðum hjálparfólki, serliga nógv úr tí føroyska kvinnufelagnum, hjálpa til og uttan sjálvboðin gekk tað ikki. Nøkur selja, onnur smyrja bollar og drýl, gera kaffi, servera og pynta hølini. Kokkurin ger rullupylsu, skinsakjøt og bakar drýl. Her hoyrist jólatónleikur og ofta spæla og syngja føroyskir tónleikarir.

 

Nógvar fyritøkur og einstaklingar her og í Føroyum stuðla basarinum, her kann nevnast Navia, Snældan, Vima, Guðrun og Guðrun, Oddvør Skarðhamar, Gunhild V. Michelsen, Nicolina Sørensen, Nicolina Højgaard, Ice food, Norðfra og Føroya Bjór. Listafelagið í Danske Bank hevur latið okkum føroysk listaverk.

 

Tann føroyski jólabasarurin hevur millum annað veitt stuðul til Beran, Eirargarð, Kvinnuhúsið í Tórshavn, KRIS, orkestrið Ælabogin og Barnabata.

 

Av mentanarligum tiltøkum hevur basarurin heilt ella partvís stuðlað leikin Terry´sa saga, leikin Sunneva #57.725”og eina barnakoncert sum Jensina Olsen stóð fyri. Partvís hava vit stuðlað sjónleikinum “Veitslan” ið varð framførdur á Betty Nansen Teater á Frederiksberg. Einrøðusjónleikurin  “Kom bara inn, eg skal ikki gráta” við Jógvan Andreas Joensen hevur eisini verið framførdur.

 

Nú gleða vit okkum til komandi jólabasar sum verður í Føroyahúsinum á Vesterbrogade 17 A. Í ár verður hann leygardagin tann 19. og sunnudagin tann 20. november, báðar dagar frá kl 12 til kl 16. 

 

Vit vóna at nógv koma inn á gólvið og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

 

Vinarliga

 

Asley Højgaard, Katrin Nolsøe og Chirstin Dahl Plate