Eitt pláss upp

H71 vann seinasta dystin á árinum, og við sigrinum tóku teir seg upp á fimta plássið, eitt stig framman fyri KÍF

Tjaldur-H71 18-20 (8-11)


Sum so hevði dysturin leygardagin millum omanfyrinevndu liðini ikki tann stóra týdningin. Einasti spurningurin mundi vera, um tað skuldi eydnast hoyvíkingunum at vinna seg fram um KÍf á stigatalvuni, ella um Tjaldur loksins skuldi fáa ein sigur í endaspælinum.


Ongantíð í vanda

Hetta eydnaðist sum kunnugt ikki hjá Tjaldrinum, og hóast teir móti endanum av dystinum vóru um at fáa fatur á H71, so mundi sigurin hjá útiliðnum ongantíð av álvara vera í vanda.

Hoyvíkingarnir løgdu seg nevnliga á odda alt fyri eitt, og hesa leiðsluna hildu teir fast um allan dystin.

Í fyrra hálvleiki var munurin onkuntíð bert tað eina málið, men tá H71 tók seg trý mál fram um Tjaldrið móti endanum av fyrra hálvleiki, tóktist tað sum um dysturin var avgjørdur.

Seinna umfarið útbygdu gestirnir leiðsluna, og tá tíggju minuttir vóru eftir at leika, vóru fimm mál á muni millum partarnar. Seinastu løtuna fingu runavíkingarnir so høvið at pynta um úrslitið, men hóast teir tá fingu minkað munin niður í eitt mál, so var tað ov seint at koma við nakrari bjargingarætlan.


Munurin er stórur

Hóast tað við tapinum enn einaferð varð staðfest, at Tjaldur eigur niðasta sessin í deildini, so merkir heta tó ikki, at talan verður um nakra niðurflyting fyri teirra viðkomandi.

Einasta liðið, sum kundi flyta upp úr aðru deild er Stjørnan, men mannfólkini í Klaksvík hava langt eftir á mál, um teir hava ætlanir um at endurtaka bragdið hjá kvinnuliðnum har norðuri.

Røddir hava eisini verið frammi um, at tað kanska hevði verið betri, um tað bert vóru seks lið í best mansdeildini. Hvørt hetta er rætta leiðin at fara, eru tó fleiri hugsanir um, men í øllum førum hevur kappingin í ár staðfest, at tað er rættuliga stórur munur ímillum toppin og botnin í føroyskum hondbólti.

Í løtuni hoyra Tjaldur og H71 til seinna nevnda bólkin, men møguleiki er fyri, at hetta fer at broytast um nøkur ár. Runavíkingar hava í øllum førum sett á stovn eitt miðvíst ungdómsarbeiði, sum vónandi kann bera ávøkst komandi árini.

Hoyvíkingar hava fyrr verið at sæð nakað ovarligari á stigatalvuni, men skal hetta eydnast teimum koamdni árini, er helst neyðugt at styrkja liðið við fremmandum leikarum. Hondbólturin í Hoyvíkini man tó hava eina ljósa framtíð, tí komandi ár verður nýggja høllin eftir ætlan tikin í nýtslu, og hetta fer uttan iva at skumpa undir menningina av hondbóltinum har á leiðini.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Tjaldur: Sverri Justinussen 8 (4), Kári Hansen 3, Ragnar Olsen 2, Arnfinn Langgaard 2, Dánjal Hansen 2, Áki M. Hansen

H71: Eyðun Højgaard 8 (5), Halgir Dahl Olesen 5, Olaf Vestergaard 3, Tróndur Vatnhamar 2, Bárður Brimvík 1, Rene Dahl Olesen 1

Brotskøst:

Tjaldur 4, H71 5

Útísingar:

Tjaldur 1, H71 1

Dómrar úr Neistanum/H71:

Kristian Johansen/Kristian Martin Skála