- Eitt plagg skal hava eina persónligheit

- Hjá mær er ikki talan um nakra hópframleiðslu, sigur føroyski sniðgevin, Malan á Lofti, sum kemur við nýggjar kollektión í september mánaði

?Føroysk sniðgeving gongur ímóti eini spennandi tíð. Tit hava veruliga nakað at vísa útheiminum, og vit vóna at tit koma langt við tykkara móta?.
Nøkurlunda soleiðis fullu orðini frá teimum kongaligu gestunum, sum í farna mánaði vitjaðu oyggjar okkara.
Vitjanin endaði við einum tíðindafundi, har alskyns evni vórðu tikin fram og umrødd. Ein spurningur var, um tey kongaligu fóru at gera brúk av øllum teim pløggunum, tey høvdu fingið undir vitjanini. Hesin spurningur fekk játtandi svar.
Ein sum við áhuga sat og lurtaði eftir júst hesum svarinum var føroyski sniðgevin, Malan á Lofti sum hevur egna fyritøku í Danmark.
Tveir tímar frammanundan hevði Felagskommunan í Vágum latið krúnprinsahjúnunum hvør sín jakka sum gávu. Og tað var júst Malan á Lofti sum hevði sniðgivið hesar jakkar.
- Eg tosaði sjálv við Mary aftaná, og hon vísti í samrøðuni greitt sín stóra áhuga í móta. Hon segði seg somuleiðis vera fegna um henda jakkan, sum eg hevði latið úr hondum, sigur Malan á Lofti.

Eisini í Føroyum
Malan er útbúgvin sniðgevi og hevur arbeiðsstað sítt í danska býnum Herning.
Hon byrjaði av álvara við sniðgeving sínari í fjør, og hevur eisini eina heimasíðu www.lofti-design.dk, har tey vitjandi kunnu fáa kunnleika til nakað av tí, sum hon arbeiðir við.
Í arbeiði sínum leggur Malan dent á, at tað skal vera ein persónligheit aftanfyri hvørt einstakt av hennara verkum.
- Hjá mær er ikki talan um hópframleiðslu. Eg geri bert fá eintøk av hvørjum einstøkum plaggi.
- Á henda hátt fær hvørt teirra sína egnu persónligheit, sigur Malan, sum í løtuni fyrireikar ta nýggju kollektiónina í september mánað.
Hesa kollektiónina fáa eisini føroyingar møguleika at fáa nærri kunnleika um, tí vanliga hevur Malan framsýningar í tveimum handlum í Havn.
Men ynski hennara er at røkka enn longur út í Føroyum. Og tí er ikki óhugsandi, at framleiðslur hennara somuleiðis verða at síggja á øðrum støðum kring landið.

Leverandør
Tá Malan frætti um drotningavitjanina í Føroyum, og at tey eisini skuldu vitja hennara føðioyggj, setti hon seg í samband við kommununar í Vágum. Her legði hon fram ynskið sítt um at gera eina serstaka gávu til Mary krúnprinsessu.
Tíðspunktið fyri hesum sambandinum var rættiliga val valt, tí tey í felagskommununi í Vágum sótu júst um hetta mundið og hugsaðu um, hvørja gávu tey skuldu lata til teir kongaligu gestirnar.
Hinvegin so var ikki loyvt privatum at geva teimum kongaligu gávur, men á henda hátt kundi Malan kortini fáa eitt høvi at lata Mary og Frederik hvør sína gávu.
Hennara ætlan var bert at gera ein føroyskt framleiddan jakka til Mary, men nakað seinni varð hon biðin um at gera ein jakka til Frederik eisini.
Og soleiðis bar tað til, at Malan gjørdist ?leverandør til det kongelige hof? ? Mary ein jakka, seymaðan úr skinni, har skinnið vendir inn, og prinsurin ein jakka, virkaður um myrkamorreyðari, tøvdari ull og við leðurseymum.