Eitt ár at rigga av í

Endaliga loysnin á aðalskrivaramálinum gjørdist, at Ísak Mikladal fer frá sum aðalskrivari, men skal virka sum uttanhýsis ráðgevi hjá Fótbóltssambandinum í eitt ár. Til nýggjur aðalskrivari er funnin, er Virgar Hvidbro settur at røkja starvið

Stutt eftir midnátt staðfesti Fótbóltssambandið í tíðindaskrivi, at fráfaringartingingarnar við Ísak Mikladal, aðalskrivara, vóru endaðar við, at hann fer úr starvinum. Harvið megnaði starvsnevndin eisini at halda freistina, formenninir í føroysku feløgunum høvdu givið henni, at alt skuldi vera komið upp á pláss í seinasta lagi í gjárkvøldið.

Talan er um eina stigvísa fráfaring, tí í eitt ár skal Ísak Mikladal virka sum uttanhýsis ráðgevi hjá Fótbóltssambandinum, so fyrst og fremst umsitingin hesa tíðina kann trekkja upp á hansara vitan frá longu starvstíðini, ið røkkur heilt aftur til 1. apríl 1992. At hann er uttanhýsis ráðgevi, merkir heilt einfalt, at hann ikki longur hevur eitt arbeiðspláss í sjálvum FSF-húsinum.

Umframt at vera ráðgevi, skal nú fyrrverandi aðalskrivarin eisini taka sær av øðrum uppgávum fyri Fótbóltssambandið. Hvørjar uppgávur, talan er um, verður ikki sagt nakað beinleiðis um, men sum skilst, liggur í hesi orðing, at Ísak Mikladal skal vera til taks eftir tørvi og førimuni. Millum annað skal hann seta komandi aðalskrivaran inn í starvið.

At tað gongur eitt heilt ár, áðrenn øll bond millum Ísak Mikladal og Fótbóltssambandið endaliga eru kvett, er meira ella minni í tráð við eitt breitt ynski um, at talan skuldi verða um eina virðiliga fráfaring, ið sum minst av rumbli stóðst av, tí tí hevur Fótbóltssambandið havt ov mikið av síðstu tíðina.<o:p> </o:p>

Fingið fult innlit

Tað hevur verið greitt síðani formansfundin leygardagin, at aðalskrivarin fór at leggja frá sær, tí í telefonsamrøðu við KÍ-formannin váttaði hann undir fundinum, at hann var sinnaður at fara frá. Og longu fríggjakvøldið hevði hann givið til kennar, at hetta fyri hansara part kundi gerast útgangurin av málinum. Í gjárkvøldið var hetta so endaliga staðfest.

Mánadagin vóru fráfaringartingingarnar avgreiddar, tá Ísak Mikladal við sínum sakførara var á fundi við trý umboð fyri starvsnevndina hjá Fótbóltssambandinum, sum hann sjálvur hevði peikað út. Talan var um Rúna Heinesen, Niclas Davidsen og Magnus á Stongum, sum vóru tríggir av teimum fimm í sokallaða meirilutanum í starvsnevndini. Umframt teir var sakførarin hjá Fótbóltssambandinum við á fundinum.

Meðan tingingarnar um fráfaringina fóru fram, var FSF-forsetin, Høgni í Stórustovu, sjálvur farin á høvuðsskrivstovuna hjá UEFA í Nyon í Schweiz at fáa fult innlit í nógv umrødda atgongumerkjamálið, sum gjørdist málið, ið noyddi aðalskrivaran at leggja frá sær. Hetta innlit hevði ikki borið til at fingið frammanundan, tí hvørki aðalskrivarin ella meirilutin í starvsnevndini vildu geva forsetanum fult innlit í málið.

Høgni í Stórustovu fortaldi Kringvarpinum í gjár, at hann hevði fingið øll skjøl í málinum og nú hevði eina púra greiða mynd av, hvat málið snúði seg um og hvat var farið fram. Hann vildi tó einki siga um, hvønn hann hevði fundast við, hvat hann hevði fingið at vitað ella hvat hann hevði fingið innlit í.<o:p> </o:p>

Virgar røkir starvið

Forsetin í Fótbóltssambandinum kom heimaftur í gjárkvøldið, og tá fór hann beinanvegin á fund við starvsnevndina, sum staðfesti ta fráfaringaravtalu, ið varð gjørd við Ísak Mikladal mánadagin, og eftir fundin var so sent út tíðindaskrivið um endaligu loysnina, sum bæði Ísak Mikladal og Høgni í Stórustovu leggja navn til.

Tíðindaskrivið endar við obligatorisku orðingini um, at FSF takkar Ísaki Mikladal fyri drúgvu tíðina, hann hevur arbeitt sum aðalskrivari í Fótbóltssambandinum, føroyskum fótbólti at frama, og harvið er helst seinasta orðið sagt í málinum, sum nú verður lagt til viks, so Fótbóltssambandið kann koma víðari.

Í gjárkvøldið var avtala gjørd við Virgar Hvidbro um, at hann verður virkandi aðalskrivari, til nýggjur aðalskrivari er settur. Hvussu leingi, tað verður, er ikki greitt, men við Norðlýsið sigur Virgar Hvidbro, at hann roknar við, at ætlanin er at avgreiða aðalfundin hjá FSF í februar mánaði, áðrenn nýggjur aðalskrivari verður settur.<o:p></o:p>

<o:p></o:p>