Eftir eitt ár í býráðnum kann gerast upp, um nakað er komið burtur úr teimum málum, sum eg skrivaði um upp undir valið í november 2000.
Fyrst er at siga, at okkara flokkur kom í minniluta, so valdið er avmarkað, men býráðslimir samarbeiða um tey flestu málini, so vit hava høvi til at vera við til at loysa mál úr lagdi og fáa tey framd.
Frælsur ítróttur í Havn
Ítróttarvøllurin til frælsan ítrótt var eitt mál. Eg ivaðist í, um nakar dugur var í at tosa um at bróta niður á Tórsvølli fyri at fáa pláss til rennibreyt, nú byggingin var komin so langt.
Tað havi eg hug at halda framvegis, men tað hóvar mær líka illa enn, at rennibreytin ikki er har. Hevði hon verið, so hevði lív longu verið á Tórsvølli hvønn einasta dag.
Serkønir siga mær, at tað er ivasamt, um Hoydalar klára at hýsa slíkum vølli. Sama er at siga um aðrar møguleikar nærri Gundadali.
Kanska er besti møguleikin at fara út í Vesturbýin á eina trøð inn av SEV-húsinum at gera vøll til frælsan ítrótt. Kommunan hevur sett hetta øki av til ítróttarendamál.
Á fíggjarætlanini fyri 2002 hava vit í aðru syftu tikið undir við at játta 500.000 krónur í íløgum í ítróttarøki í Vesturbýnum. Okkum hevði dámt betur, at meir varð játtað, men tað gekk ikki.
Mentamálanevndin fer væntandi skjótt at stinga út í kortið, hvussu hetta ítróttarøkið skal skipast. Býráðið hevur frammanundan lagt 3 mió kr. í grunn at gera rennibreyt fyri, og tankar eru eisini frammi um ítróttarhøll vestanfyri.
Tey gomlu og býlini
"Kommunurnar kunna ikki bara hyggja at, meðan summir av teirra íbúgvum liva sítt lívskvøld í trega og einsemi", skrivaði eg um møguleikarnar hjá teimum gomlu at fáa innivist.
Hetta er eitt málsøki, sum í dag liggur undir landinum. Landsstýrið yvirtók eldraøkið, tá kommunurnar tóku alla barnaansingina upp á seg í fyrraárið.
Kortini er Tórshavnar Býráð komið væl áleiðis við ætlanum um at byggja eitt røktarheim fyri minnisveik,. Húsini hava verið boðin út, og tilboð eru komin inn. Ætlanin er, at 16 fólk skulu fáa innivist á hesum heimi, ið verður bygt í Vallarlíð.
Vit tóku hendan dagin undir við at játta 7,5 mió kr. til byggingina. Samstundis verður arbeitt fyri at fáa landið at átaka sær sín part, 50 prosent.
Marinustøðin við Hoyvíkstjørn varð keypt fyri ársskiftið 2001. Sosiala nevnd kannar, hvussu mest fæst burtur úr henni til frama fyri okkara eldru borgarar.
Arbeitt verður við møguleikum fyri, at hon verður nýtt sum viðgerðarstovnur og umlættingarstovnur á ymsan hátt. Sum eg havi skilt, liggur spurningurin um at gera Marinustøðina til røktarheim burtur av ikki so frammarlaga í løtuni.
Eitt sjónarmið er, at saman um tikið er fult so gott, at møguleikarnir fyri góðari viðgerð og hollari umlætting ganga hond í hond við møguleikarnar fyri innivisti á røktarheimum og eldrabýlum
Søgan og gamla Havnin
"Tórshavnar Býráð hevur ikki rættiliga fingið um endan, tá tað snýr seg um at vísa fram og lýsa býarsøguna og landssøguna", skrivaði eg í einari grein. Nakað er framvegis um tað.
Kortini er at siga, at ein longri ætlan er um at endurbyggja Mullers Pakkhús við Vestaruvág og brúka tað sum savn og gestamóttøku. Her verður arbeitt í smáum og einar 500.000 krónur játtaðar um árið.
Hetta er gott, men eg eri ikki vísur í, at hetta er nóg mikið. Mær hevði dámt fult so væl, um áhugi býráðsmanna í slíkum málum var størri enn so, og at fleiri av teimum gomlu húsunum í Havnini vórðu tikin upp í ætlanirnar.
Her kann eg sum dømi nevna Vaskaríið í Tórsgøtu, sum kommunan eigur. Tað er so mikið stórt, og hevur so nógvar hæddir, at tað saktans partvíst kann brúkast til at hýsa søvnum av ymsum slag.
Hvat lív hevur ikki verið kring Vágsbotn, sum lýsast kann í hesum gamla pakkhúsi? Tann søgan er ótømandi. Og søvn nýtast ikki at vera deyð hús, hóast tey siga frá søgu. Tvørturímóti. Hyggið bara at Føroya Fornminnissavni í Hoyvík.
Onkuntíð hevur verið nevnt, at vaktarhúsini á Boðaneshamri eiga ikki at sleppa at forfarast. Heldur skuldu tey verið friðað og t.d. verið nýtt til krígssavn, sum jú er teirra uppruni.
Hetta kundi verið eitt mál fyri Tórshavnar Býráð at tikið sær av. Vøkur eru húsini kanska ikki, men byggilistarliga verða tey upp á sín máta hildin at vera ein perla. Sum samskiftismiðstøð hjá bretska hervalinum undir seinna heimsbardaga høvdu tey stóran týdning fyri Føroyar..