Eitt róligt ár við nøgdsemi og framgongd

- Ætlanin og vónin hjá mær er at verða enn meira virkin á listarligu økjunum - tónleikinum eins væl og myndlistini, sigur Martin Joensen.

 

Hvar og hvussu verður gamlaárskvøld hildið?

- Vit halda nýggjár saman við familjuni í heiminum í Pedda við Steingøtu í Havn, haðani vit hava eitt frálíkt útsýni yvir Tórshavn og alt fýrverkið.

Tað sigur Martin Joensen, tónleikari og listamaður.

Hvat gekk væl, og hvat gekk minni væl í 2019?

- 2019 var eitt av teimum frægu árunum. Ongar kollveltandi broytingar, men eitt róligt ár við nøgdsemi og framgongd.

Hvørjar eru tínar vónir og ætlanir fyri 2020?

- Ætlanin og vónin er at verða enn meira virkin á listarligu økjunum - tónleikinum eins væl og myndlistini, sigur Martin Joensen.

Umhugsar tú eitt nýggjárslyfti?

- At læra meg at síggja signingarnar í gerandisdegnum, sigur tónleikarin og listamaðurin.