Eitt ár síðani mótmælini byrjaðu

Í dag er eitt ár, síðani mótmælini byrjaðu á Tahrir-torginum í egyptiska høvuðsstaðnum Kairo, og sum høvdu við sær, at landsins forseti, Hosni Mubarak, noyddist at fara frá knappar tríggjar vikur seinni.

Herurin tók við valdinum eftir forsetan, men lovaði at lata valdið frá sær eitt hálvt ár seinni. Nú eitt ár er farið, fýlat egyptar á, at herurin framvegis hevur stórt vald í landinum, hóast eitt nýtt tjóðarting er valt og formliga hevur alt lóggávuarbeiði um hendi.

Í gjár kunngjørdi herleiðslan, at undantakslógirnar, sum hava verið í gildi í mong, ár, eru settar úr gildi. Samstundis mælti herleiðslan fólkinum til at gera ársdagin fyri tey fyrstu mótmælini til ein friðarligan dag.

Umleið 800 fólk doyðu í uppreistrinum í Egyptalandi, og Hosni Mubarak er ákærdur fyri at hava givið løgregluni og herinum boð um at skjóta mótmælisfólk. Ákæruvaldið hevur kravt hann dømdan til deyða.