Tað er nú eitt ár síðani, at Taks valdi at taka skattamálið hjá Eik uppaftur til viðgerðar av nýggjum. Hetta hóast tað, at Taks frammanundan var komið til eina niðurstøðu í sama skattamálið – eftir tvey ára viðgerð.
Á sumri 2015 kom Taks til tað niðurstøðu, at Eik hevði rætt til tær 90 milliónir krónurnar í skattafrádrátti og at tað skuldi bókførast sum goodwill yvir 10 ár.
Men tá ið bæði Fíggjarligt Støðufesti, Jørn Astrup Hansen, fyrrverandi stjóri í bankanum og grannskoðarafyritøkan Spekt ikki vildu taka undir við niðurstøðuni hjá Taks, varð málið tikið uppaftur í januar í fjør.
Sosialurin hevur áður prentað fundarfrágreiðing, sum vísa, at ikki allir týðandi upplýsingar í málinum vóru sendir til Taks í fyrsta umfari av viðgerðini. Ein veruleiki, sum eisini Eyðun Mørkøre hevur váttað fyri Kringvarpinum í fjørsummar.
1. desember sendi Eik banki sítt aftursvar upp á fyribils niðurstøðuna hjá Taks. Men kortini er eingin niðurstøða at hóma enn.
Súni Schwartz Jacobsen, stjóri í Eik hevur áður ikki vilja svarað okkum upp á, hvørt Eik ætlar at kunna almenningin um niðurstøðuna í hesum ógvuliga prinsipiella málið.